Tað var um reppið at eingin finsk sauna kom á G! Festival í ár, men í seinastu løtu var ein loysn funnin. Saunan og saunapassararnir máttu á flog.
The Høyry Sauna Party, sum saunafinnarnir kollektivt kalla seg, taka sjálvir saunatjald, ovnar, benkur, DJ annlegg og alt annað við til saununa. Tíverri høvdu
teir ikki fingið við, at Norrøna nú leggur at í Hirtshals, og ikki sum undanfarnu tvey árini í Hanstholm. Teir vóru tískil farnir til skeivan havnabý at bíða eftir
Norrønu. Ikki fyrr enn ov seint var óraðu teir ilt og gjørdist tí ov seinir til Norrønu.
G!-fólkini vaknaðu við kaldan dreym tá hollendski agenturin hjá finnunum ringdi at greiða frá, at menninir ikki vóru við bátinum. Nú vóru góð ráð dýr. Einki farmaskip sum siglir á farleiðini kundi vera í Føroyum til tíðina. Fiskiskip sigla ov seint til at teir høvdu verið í tíð í Føroyum.
Tíbetur fyri hitaglaðar føroyingar var rúm í mikumorguns-flogfarinum hjá Atlantic úr Keypmannahavn, so finnar OG sauna sluppu við á flog. Nú eru finnar og sauna komin til landið og einaferð seinnapartin fara menn undir at seta saununa upp. Okkurt putl passaði ikki við flogfarinum, sum tað so ístaðin verur funnið ein lokal loysn fyri.
Men alt í alt spældi sauna-dramaið væl av, so at festivalgestir - umframt at kunna svimja í atlantshavinum, baða í heitum potti úr svøríki, eisini kunnu sleppa at hita seg í ektaðari finskari sauna á grótføroyskum sandi í Gøtu, skrivar G! Festivalurin í skrivi sent miðlunum.