Góð samanrenning á Skálafjørðinum

Toftadreingir og teir innan úr Heiðum vísa gott felags áralag umborð á Tjaldrinum, sum stýrir ímóti FM heitinum

5-MANNAFØR DREINGIR

 

Teir hava vunnið fýra ferðir, men allar ferðirnar hava teir verið í tættari kapping.

Á Sundalagsstevnu var munurin frá Tjaldrinum og aftur til Báruna við manning úr Vestmanna trý sekund ella ein bátslongd. Tað var meiri, enn munurin hevði verið tær báðu undanfarnu ferðirnar.

Um onkur hevði roknað við, at harvið fór Tjaldrið at vera tryggur vinnari á Jóansøku, so var ikki rætt roknað. Hesa ferð var kappingin uppaftur tættari, enn hon nakrantíð hevur verið. Vinnaratíðin hjá Tjaldrinum var 4.59.16, og Blikur av Argjum kom á mál í tíðini 4.59.24. Hetta var fyrsta ferðin, at Blikur var næstfremstur, og harvið hava fýra ymiskir bátar verið nummar tvey – Junkarin, Teistin, Báran og Blikur.

Úrslitið hesa ferð leggur upp til, at tað eisini í næstu róðrunum fer at vera tætt og spennandi. Men tað er lítil ivi um, at Tjaldrið hevur kós ímóti FM heitinum. Stigatalvan sigur, at støðuga Tjaldrið hevur 28 stig, meðan Blikur er næstfremst við 20 stigum.

Í eitt nú fótbóltinum er tað stór kapping millum tey á Toftum og tey í Runavík. Í øðrum ítróttargreinum – eitt nú í fimleikinum – verður arbeitt væl saman. At áralagið millum tey á Toftum og tey innanfyri er gott í kappróðrinum, er dreingjamanningin á Tjaldrinum gott dømi um.

Ungu garparnir hava síðani í januar vant nógv og miðvíst í neystinum á Glyvrum. Tríggir teirra, sum hava framt stóru íløguna, og sum í fýra teimum fyrstu róðrunum hava heystað so stóra íløgu, sum tað ber til, eru innan menn, og fýra eru uttan menn:

Av Toftum eru teir Jógvan Ingvard Hansen, Jóhan Petur Petersen, Jákup Debus Hansen og Arnhold Davidsen. Gestur Danielsen og Kristoffur Andreassen eru av Glyvrum, og Yngvard Hansen er úr Saltangará.