Góðtaka ikki, at Føroya Lívstrygging verður alment partafelag

Almennu fakfeløgini góðtaka ikki, at Føroya Lívstrygging er gjørt til eitt alment partafelag

Stór ónøgd er millum limirnar í teimum almennu fakfeløgunum, nú Føroya Lívstrygging er gjørt til alment partafelag.

Fakfeløgini, sum hava sáttmála við Lívstrygging vegna limir sínar, sum eiga umleið 80% av inngjøldunum/kapitalinum, eru hvørki eftirspurd, hoyrd ella hava verið við í viðgerðini, áðrenn lógin um umskipan av Føroya lívstrygging v arð løgd fyri løgtingið.

Eftir at løgtingið hevur umskipað Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag undir vinnumálastýrinum, umhugsa tey stóru fakfeløgini, sum hava sáttmála við Føroya Lívstrygging, at kanna aðrar møguleikar fyri at plasera eftirlønaruppsparingina hjá limum sínum.

Fakfeløgini eru sannførd um, at Føroya Lívstrygging dr ein sjálvsognarstovnur, sum tryggingartakararnir eiga - og er hetta eisini í samsvar við tað, sum Føroya Lívstrygging hevur framført øll árini yvir fyri fakfeløgunum, tá hesi hava gjørt sáttmála vegna limir sínar. Tað er beinleiðis ræðandi, at arbeðsgevarin - her landsstýrið - nú tekur sær ræði á eftirlønaruppsparing limanna.

Aftan á fleiri fundir eru fakfeløgini samd um at kanna øll viðurskifti til botns, og síðan kalla øll fakfeløgini, sum hava sáttmála við Føroya Lívstrygging, innaftur til at taka avgerð um, hvat víðari skal henda í málinum.