Søgan um norsku ríkmanskonuna, 68 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í fjør, hevur stóran áhuga millum tey, sum fylgja hesum gátuføra máli. Alla hesa tíð hevur einki lívstekin verið til kvinnuna, men familja og løgregla hava í onkrum ávísum føri frætt frá teimum, sum hugsandi kunnu hava rænt hana.
Men, um kvinnan er rænd – ella um okkurt heilt annað er hent henni – veit eingin, tí hon er bara sporleyst burtur. Norska løgreglan hevur fingið mong tipp um, hvar hon kanska kundi verið, men eingin fráboðan hevur higartil givið nakað úrslit. Hugsandi ránararnir hava sambært løgregluni sagt seg vilja syrgja fyri, at familjan fær lívstekin, men higartil veit eingin, um hon er livandi ella deyð.
Vegna familjuna hevur advokatur boðað frá, at familjan er sinnað at samráðast við møguligar ránarar um loysn, um familjuni kann tryggjast, at Anne-Elisabeth Hagen kann koma heim aftur í øllum góðum. Men, hóast fleiri dagar nú eru farnir, síðan møguligu ránararnir søgdu, at familjan skuldi fáa lívstekin, er kortini einki at frætta, sum bendir á tað borðið.Tí er norska løgreglan nú rættiliga í iva um, hvørt tað yvirhøvur er loysigjald, sum møguligir ránarar eru úti eftir.
Henda seinasta dagin í oktober í fjør, tá konan bleiv burtur úr heiminum, kom maður hennara tíðliga seinnapartin aftur til tómt hús. Í húsinum lá eitt bræv við kravi um loysigjald – og ein hóttan um, at tað fór at kosta Anne-Elisabeth Hagen lívið, um hann dró løgreglu og miðlar uppí málið. Tí kannaði løgreglan eisini málið í loyndum.
Umleið hálvan tíma eftir, at ríkmaðurin, Tom Hagen, kom heim til tómt hús, boðaði hann løgregluni frá. Í loyndum fór løgreglan beinanvegin í gongd við at royna at greiða málið, men orsakað av hóttanini móti lívinum á hini 68 ára gomlu, fekk almenningurin einki at vita fyrr enn nógvar vikur seinni.
Tá løgreglan ongan veg kom við málinum, vendi hon sær at enda til almenningin um hjálp, og tey eru mong, sum hava latið við seg koma, tó at einki av øllum higartil hevur leitt løgregluna nærri einari uppkláring. Vakmyndir av tveimum persónum, sum vakmyndatól hava fangað í grannalagnum, har Tom Hagen arbeiðir, hava fylt nógv í arbeiðnum hjá løgregluni.
Men, umrøddu persónar hava ongantíð givið seg til kennar, og løgreglan væntar ikki, at teir fara at geva seg til kennar, nú so long tíð er fráliðin. Onkur bilur í grannalagnum hjá familjuni feigdardagin hevur sambært vitnum eisini havt onkra løgna atferð, men heldur ikki tær kanningarnar hava leitt løgregluna nærri einari uppkláring.
Hjá kanningarleiðaranum hjá løgregluni, Tommy Brøske, standa allir møguleikar opnir, men høvuðsástøðið er eftir øllum at døma framvegis, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd. Tó er løgreglan nú farin at ivast í, um tað er loysigjald, ið møguligir ránarar vilja hava. Løgreglan undrar seg yvir, at møguligir ránarar í løtuni ikki spyrja eftir pengum fyri at lata Anne-Elisabeth Hagen frá sær.
Men, tað gera teir eftir øllum at døma ikki, tó at advokaturin hjá familjuni langt síðan hevur sagt, at familan er sinnað at samráðast við møguligar ránarar, um hesi kunnu tryggja teimum, at hin 68 ára gamla er á lívi. Tá hvørki familja ella løgreglan enn eingi lívstekin hava fingið, arbeiðir løgreglan við fleiri ástøðum um, hvat kann vera hent Anne-Elisabeth Hagen.
Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, vil ikki siga nakað um, hvørji onnur ástøði, tey arbeiða við í løgregluni. Men, hann sigur so mikið, at um eitt menniskja verður rænt, og krav verður reist um loysigjald, er náttúrligt at hugsa sær, at tey, ið ræna, vilja hava pengarnar, ið kravið snýr seg um.
- Eg vil ikki siga, hvat eg hugsi, men vit kunnu staðfesta, at enn er einki lívstekin komið, sjálvt um biðið er um tað fleiri ferðir. Vit royna nú at koma víðari í málinum, segið Tommy Brøske við norskar miðlar herfyri.
VG í Noregi veit at siga, at norska løgreglan eisini arbeiðir við ástøðum um, at Anne-Elisabeth Hagen kann vera dripin; hon kann hava verið fyri einari vanlukku – og hon kann sjálvviljað hava valt at blíva burtur. Hon er gift Tom Hagen, sum telist millum ríkastu menn í Noregi. Saman eiga tey trý børn og fleiri abba-og ommubørn.
Ein partur av kanningararbeiðnum hjá løgregluni er eisini at hyggja upp á persónligu og fíggjarligu viðurskiftini hjá Anne-Elisabeth og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen.