Ein av allarbest dámdu bólkunum á G! Festivalinum í fjør, norsku GÅTE,
verða nú aftur at hoyra í Føroyum. Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur
fingið heiðurin at hava tey á palli hin 16 apríl.
"Norskar kvæðakempur við gróthørðum, elektroniskum og trøllsligum
álvaljóði". Soleiðis skrivaði G! Festival um GÅTE í fjør, áðrenn tey
komu hendaveg á fyrsta sinni og bert fáur kendi bólkin her á landi. Men
GÅTE vísti seg at verða ein av best umtóktu bólkunum yvirhøvur á G! 2004
og nógv prát og ynski hava verið um at fáa henda ótrúliga góða
livebólkin aftur til Føroya at spæla.
Norska orðið Gåte merkir tað sama sum gáta hjá okkum og í Noregi
hava tey eisini forna siðvenju at siga fram gátur.
Og GÅTE duga júst hetta, at flætta fornan norðurlendskan fólkatónleik
saman við nútíðarinnar nýggjastu rák. Gåte megnaðu við hesum leisti
eftir stuttari tíð at gerast best umtókti rock bólkurin í Noregi og varð
m.a. kosin at verða besti livebólkur í Noregi 2004.
Fyrsta heila plátan, Jygri, sum kom út seint í 2002, fór um alt Noregi
sum ein ýlandi vetrar ódn. Eftir bert fýra døgum vóru Gåte ovast á
sølulistunum og heilt stutt aftaná høvdu tey selt sær til eina
platinplátu ? í Noregi merkir hetta yvir 50.000 seld eintøk! Síðani hava
tey verið á konsertferð kring alt evropa og á teimum stóru festivalunum,
inntil tey í 2004 góvu út nýggjastu fløguna "Iselilja".
Íblástur úr øllum ættum
Tónleikurin hjá Gåte er eitt úrslit av íblástri úr øllum ættum og
tíðarskeiðum. Systkinni Gunnhild og Sveinung Sundli eru vaksin upp við
siðbundnum norskum fólkatónleiki og byrjaðu at framføra kvæði við
elektroniskum undirspæli áðrenn tey saman við hinum í bólkinum funnu
eina gongda leið at sameina tað upprunaliga og frumkenda úr fleiri ymsum
søguligum tíðarbilum saman við tað besta elektroniska og rokkuta.
"Tungur, miðaldar samtíðartónleikur til framtíðina. Hetta er ein
ávaring!", soleiðis valdi ummælarin í norska blaðnum Dagningen at siga
tað. Ein hoyrir íblastur frá elektroniskum stórbólkum sum Kraftwerk og Aphex
Twin, men tú hoyrir sanniliga eisini ávirkan frá stór- og larmutum
rokkbólkum sum Led Zeppelin og øðrum. Samstundis hoyrir ein eisini
týðiligan og tættan skyldskap við bólkar sum Muse og ikki minst okkara
egnu Clickhaze.
Stutt sagt er Gåte nýmótans nýskapandi norðurlendskur melodiskur
fólka/elektronika/heavy/kvæða/pop rokkur, tá hann er best.
GÅTE eru at hoyra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 16 apríl.
Til ber at lesa meira um, lurta, og síggj myndir, sjónbond o.a. við Gåte á:
www.gaate.no
og ein kann eisini lesa meira um spennandi skránna hjá Mentanarhúsinum á:
www.menthus.fo