Virðisbrøv
Hjá teimum, sum hava gjørt íløgur í altjóða partabrøv, tykist nú at ganga rætta vegin, eftir at gongdin í hesum mestu sum bara hevur verið niðurgangandi seinasta góða árið.
Í seinastu útgávuni av Útlit og Rák staðfestir virðisbrævameklarafelagið Kaupthing, at rákið í heimsbúskapinum tykist vera vent, og at bæði lánsbrævarentur og partabrævaindexini kring heimin hækkaðu munandi seinasta ársfjórðingin av 2003. Samanlagt gjørdi hetta, at 2003 varð eitt hitt besta partabrævaárið í longritíð. Hetta skal tó haldast saman við stóra fallinum, sum hevði verið síðani heystið í 2003.
Í tíðindabrævinum frá Kaupthing verður annars tikið samanum 2003, sum annars byrjaði við sera døprum tølum á ymsu virðisbrævavísitalinum. Á sumri komu tó fyrstu ábendingarnar um, at ein verulig búskaparlig framgongd var at hóma, og tá bæði amerikanarar og europearar valdu at lækka rentuna niður á lægsta støðið í áratíggjur, stimbraði hetta samstundis undir íløguhugin, og tá tað í næstum eru útlit fyri almannakunngerð av fleiri heilt góðum roknskapum, er vísitalið á stóru børsunum farið uppeftir. Eisini í Europa, hóast viknandi dollarin viknar um kappingarførið hjá europeiskum fyritøkum mótvegis amerikonskum kappingarneytum.
Heldur óvæntað, so gjørdist talan eisini um eitt gott ár fyri lánsbrævamarknaðin. Hesin er meira proportionalt tengdur at rentuni hjá tjóðarbankunum, men eitt nú hevur fallandi talið av úrtíðarinnloysingum av dýru lánsbrøvunum havt eina positiva gongd við sær.
Í Útlit og Rák, sum annars inniheldur gjøllari frágreiðingar um gongdina á ymsu virðisbrævamarknaðunum, verður at enda mett, at útlitini fyri partabrævamarknaðin í 2004 eru góð. Ikki minst tykist tað í løtuni vera lokkandi at seta pening í norðurlendsk virðisbrøv.