Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í hæddini. Nevndirnar í GÍ og LÍF hava umframt sjálva samanleggingina nógv annað at hugsað um - millum annað leikarahópin til Formuladeildina komandi kappingarár. Í Ítróttarhúsinum í Sarpugerði bleiv lokið lyft eitt sindur av grýtuni og trý týdningarmikil nøvn avdúkað, skrivar heimasíðan hjá GÍ.
Ársins leikari í GÍ farna kappingaár Sam Jacobsen heldur fram. Sam hevur eisini havt ein leiklut á u-21 landsliðnum í ár. Ein annars av týðandi leikarunum á GÍ liðnum seinnu árini Símun Louis Jacobsen heldur eisini fram. Hanus Jacobsen hevur í ár roynt eydnuna við AB á Argjum, men komandi kappingarár verður hann aftur at finna í Gøtu.