Gøtumenn framvegis óskalaðir

Tá ið HB trýsti fyri at fáa sigursmálið, var tað heimaliðið, sum skoraði sigursmálið í Sarpigerði

LØGMANSSTEYPIÐ

Eftir trý umfør í steypakappingini hevur GÍ framvegis fult stigatal. Tað eru gøtumenn sjálvandi væl nøgdir við. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at mótstøðuliðini øll eru úr 1. deild, og at tvey av teimum eru B36 og HB.
Leygardagin vóru meistararnir úr HB í Sarpigerði. At teir ikki vóru heilt nøgdir við at fara til hús aftur við ongum, var ikki torført at skilja. Seinasta fjórðingin av tíðini vóru teir leikliga omaná, og um eitt sigursmál skuldi koma, so bendi mest á, at tað skuldi vera HB, sum fekk tað.
Og so var tað, at GÍ skoraði. Málskjútti var Símun Samuelsen, sum GÍ undan hesum kappingarárinum fekk úr VB. Hetta var fyrsta GÍ málið hjá evnaríka álopsmanninum. Leivur Hansen sendi langt fríspark av GÍ hálvuni. Bólturin sigldi framum HB verjuna. Jan C. Dam tóktist hava tak á og skuldi sparka burtur. Men so broytti hann ætlan, tí málverjin hjá honum rópti, at hann hevði. Soleiðis var veruleikin ikki. Tá ið Jan so at siga eftir ordrum gav frá sær, stóð Símun Samuelsen næstur í røðini. So var 2?1 til GÍ og lítla løtu seinni bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.

Fínt langskot
Hálvur tími var farin, tá ið GÍ setti hol á. Málskjútti var Bárður á Lakjuni, sum tykist fáa alt størri leiklut á liðnum, og sum megnar at vísa væl meiri av viðfødda máltevinum, enn hann gjørdi á KÍ liðnum í fjør.
Súni Olsen sendi av miðvøllinum út í vinstra borð, Bárður á Lakjuni sneiddi framvið einum ella tveimum, og tá ið hann var staddur einar átjan metrar úr málinum og eitt sindur til vinstru, sendi hann inn við nærra stólpanum. Eitt sera gott skot, men tá ið fjarstøðan og góða sýnið verður tikið við, átti HB málverjin kanska at havt bjargað.
Orsaka av skaðum var HB liðið broytt, sammett við undanfarnu ferðirnar. Hvørgin danin var við. Bæði verjuspælarin Martin Christensen og álopsspælarin Karsten From eru skaddir. Hesa ferð var Tór?Ingar Akselsen í álopssessinum undir liðini á Andrew av Fløtum.
Kári Nielsen, sum rættuliga tykist hava bitið seg fastan í miðvallarplássinum í høgru, var feldur í GÍ brotsteiginum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Andrew av Fløtum var enn eina ferð púra tryggur úr ellivu metrum.
Tað tóktist sum um HB hevði fingið um endan og í hvussu so er skuldi fáa javnleikin við til hús, men tað heilkiksaði, og heimaliðið kendi í síðstu løtu sína vitjunartíð.

GÍ?HB 2?1 (1?0)
1?0: Bárður á Lakjuni
1?1: Andrew av Fløtum br
2?1: Símun Samuelsen
GÍ: Jacek Przkbylski ? Bartal Eliassen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen, Jónreid Dalheim ? Magnus Skoralíð, Súni Olsen, Zdzislaw Janik, Bárður á Lakjuni ? Krzystof Popczynski, Símun Samuelsen
HB: Bárður Johannesen ? Hallur Danielsen, Jan C. Dam, Eli Thorsteinsson, Janus M. Joensen ? Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, Nicu Dogaru, Rógvi Jacobsen ? Tór?Ingar Akselsen, Andrew av Fløtum