----------------
Bubetti, Fly London, Dr.Martens, Camper. Við eksperteygum lata kvinnurnar eyguni glíða eftir nøkrum av heimsins kendastu skógvamerkjum her í handlinum 2U.
Tær vita, hvat tær vilja hava og hava longu tikið eina avgerð. Tí hava tær leitað sær inn hendan dreymin av dýrum dygdarvørum hjá Bergtóru Óladóttir Poulsen í Klaksvík.
"Ongin kvinna heldur tað vera stuttligt at síggja 50 aðrar í sama plaggi, beinanvegin eitt nýtt merki er komið til landið"
Fyri hvørja ferð hurðin gongur, tykist alt tos um kreppu og sparingar enn longri burturi.
- Dýru merkiskógvarnir ella designarablusan er eitt tað síðsta, mínir kundar velja frá. So spara tær heldur aðrastaðni. Dygdarvørur er stutt sagt ein spurningur um raðfesting, sigur Bergtóra Ó. Poulsen avgjørd á málinum.
Og ikki minst ein spurningur um stíl - góðan stíl væl at merkja, sum ikki gongur uppá kompromis. Ikki tí góður stílur endiliga nýtist at vera dýr pløgg frá toppi til tá. Heldur vísur góður stílur, at tú veist, hvat tú vilt hava, og hevur sjálvsálitið til at velja tað út millum alt annað, sum trokar seg á. Júst tað, er eitt serstakt designaraplagg við til at undirstrika, heldur Bergtóra, sum ikki er í iva um, hvat hon sær, tá hon sær eina kvinnu í einum skóm fyri einar 3000 krónur.
- Eg síggi eina stílbevísta kvinnu, sum setur prís uppá dygd og unnir sær sjálvari tað besta. Hon hvílir í sær sjálvari, veit hvat klæðir sær og hevur onki ímóti at vísa tað.
"Eg havi sett mær fyri ikki at fara upp um tey 64 kiloini, sum eg havi vigað í nógv harrans ár. Disiplin er gandaorðið. Eg eti alt - bara ikki altíð"
Djarvur handil
Sjálvsálit og dirvi var heldur ikki tað, ið manglaði, tá Bergtóra Ó. Poulsen læt upp handilin 2U fyri skjótt fýra árum síðani. Nógv hildu hana vera øra, tí ein skógvahandil í Føroyum, sum bara selur nøkur av heimsins dýrastu merkjum, var óhugsandi. Í Klaksvík var tað beinleiðis tápuligt. Hildu tey flestu. Men ikki Bergtóra
- Eg var vís í, at tørvurin var har. Eg visti eisini, at tað ráddi um at raka røttu kundarnar heldur enn so nógvar sum gjørligt. Man skal ikki undirmeta føroyskar kvinnur og billa sær inn, at tær ikki vilja brúka pengar uppá dygd. Og tær eru also nógvar, sum ikki halda tað vera serliga stuttligt at síggja 50 kvinnur í somu skóm sum tær, beinanvegin eitt nýtt merki er komið til landið, sigur Bergtóra, sum leggur doyin á ongantíð at hava meir enn nøkur fáa pør av sama merki til sølu.
Hon dylur ikki yvir, at kundarnir ofta spyrja hana beinleiðis, hvussu nógv pør hon hevur av onkrum merki og lata tað vera avgerandi fyri, um tær keypa skógvarnar. Og Bergtóra skilur tær væl. Tí er tað eisini heilt avgerandi fyri hana, at merkini í 2U ikki verða seld aðrastaðni í Føroyum. Hetta er eisini galdandi fyri klædnamerkini Múuse og Gróa, sum hon nýliga hevur víðkað úrvalið í 2U við eins og fyri Replay cowboybuksurnar, sum hon fer undir at selja í næstum.
- Frætti eg um, at onkur ætlar at selja somu merki, gevist eg við teimum í stundini. Tað snýr seg um mína virðing fyri kundunum. Tær koma her at keypa okkurt serstakt, og tað skulu tær eisini vita, at tær fara út aftur við, sigur Bergtóra. Virðingin fyri kundanum er eisini orsøkin til, at Bergtóra ikki letur prísirnar síggjast á vørunum í vindeyganum í handlinum ella á heimasíðuni.
- Tíverri finnast tað fólk, sum fáa ilt eitt vist stað av at onnur velja at brúka fleiri túsund krónur uppá eitt plagg. Og tað skulu mínir kundar ikki svíða fyri. Tær skulu hava ein kjans at vera tað, tær eru og dyrka sín stíl, sum tær vilja, uttan at onnur skulu ganga og skræða seg um tað, sigur Bergtóra avgjørd.
"Tað er munur á at vera lekkurt feminim og so sexut uppá tann flovisliga mátan"
Dulla ella elegant
Sjálv er Bergtóra ikki í iva um, hvat góður stílur er. Góður stílur undirstrikar tína persónligheit og osar av sjálvsáliti. Ein kvinna við stíli er væl pleygað og lekkur uppá ein avslappaðan máta, staðfestir hon og heldur fram.
- Hon er ein, tú hevur respekt fyri og sum ikki hevur brúk fyri, at klæðini skulu vekja uppmerksemi. Hon kann gott fara í ein stuttan og beran kjóla, uttan at líkjast eini dullu, tí hon veit, hvar markið gongur. Við eini elegantari smykku og einum snøggum skóm rakar hon javnvágina, har hon blívir lekkurt kvinnulig og ikki sexut uppá tann flovisliga mátan.
Sambært Bergtóru gongur markið millum góðan og vánaligan stíl við tað yvirpyntaða, har klæðir, make-up og alskyns tingeltangel skríggja eftir uppmerksemi fyri at fjala yvir eitt vánaligt sjálvsálit.
"Ein kvinna við stíli hevur ikki brúk fyri, at klæðini skulu vekja uppmerksemi "
- Tað er vánaligur stílur og sær ópleygað út, tá kvinnan díkir seg undir í make-up, kunstigum eygnavippum, hárextensins, fleiri løgum av smykkum og so framvegis. Kemur hon hartil skinklandi í høgum stiletthælum og eini strammari, ógvusliga útringaðari blusu ein gerandisdag fær hon illa blivið meir kiksað og smakkleys, sigur Bergtóra, sum heldur tað vera syrgiligt at síggja kvinnur gera sær fyri skommum uppá hendan mátan.
- Hatta dullu-lookið er kanska eitt mótarák millum so nógv onnur beint nú. Spurningurin er, hví summar kvinnur velja júst tað bíliga lookið. Tær vita jú væl, at tað forstýrar fólk rundanum tær. Vit kunnu so bara gita okkum til, hvønn tær vilja forstýra og hví, sigur Bergtóra
Hon leggur afturat, at tað sjálvandi altíð finnast ymiskar typir og rák, eitt nú Bohéme-rákið, sum dusar sær í litum og mynstrum uttan at tað nýtist at blíva smakkleyst. Og at stiletthælar kunnu rigga væl til veitslu og á eini kvinnu, ið dugir at ganga í teimum. Gandaorðið er at vita, hvar markið gongur.
"Eg fati ikki kvinnur, sum keypa klæðir til mannin"
Lítið sjálvkritisk mannfólk
Eisini mannfókini kundu havt brúk fyri at hugsa seg eitt sindur betri um, tá teir lata seg í, heldur Bergtóra.
- Tað er so týðiligt, at nógv mannfólk lata dámuna ella konuna gera av, hvat teir skulu í - og eg fati also ikki, hví kvinnurnar gera tað. Ofta fær persónligheitin hjá manninum ongan kjans, tá kvinnan roynir at smoyggja onkran ávísan stíl yvir høvdið á honum. Stílur er jú ikki nakað tú kanst keypa ella lata teg í, tí góður stílur spælir altíð saman við persónligheitini, sigur Bergtóra, sum eisini hevur onkur góð ráð at geva mannfólkunum.
- Einar cowboybuksir, sum sita væl, ein smart T-shirt og ein snøggur klædningsjakki kunnu fáa flestu mannfólk at taka seg væl út. Nakrir millimetrar av skeggstubbum seta hartil maskulina prikkin yvir i'ið, heldur Bergtóra.
Hon skilur væl, at mannfólkum dáma at síggja væl klæddar kvinnur, men teir mugu ikki gloyma, at tað eisini er øvut.
- Kvinnur vilja sanniliga eisini síggja mannfólk, sum hava sín egna, góða stíl. Møguliga hevði tað hjálpt eitt sindur, um teir ansa eitt sindur betri eftir búkinum hjá sær, sum teir kanska ikki altíð hugsa so grúiliga nógv um, sigur Bergtóra við einum skálkasmíli.
"Góður stílur er eitt samspæl við tína persónligheit. Tí er tað eitt gott hugskot at fáa ein stylist at hjálpa tær við at finna snið og litir, sum hóska júst tær"
----------------------------------------------------------------------------------------------
Skjótir spurningar ...
Navn: Bergtóra Óladóttir Poulsen
Aldur: 42 ár
Hædd: 175 cm
Vekt: 64 kilo
Starv: Eigur og rekur handilin 2U í Klaksvík
Tín egni stílur?
Ein diskret blanding av ráum og femininum.
Hvør hevur góðan stíl?
Tórunn Ellingsgaard og Jennifer Aniston
Hvat er vánaligur stílur?
Dullu-look
Størsta feilkeyp?
Ein dýr ljósareyð designblusa við pailettum - havi aldrin verið í henni
Yndisplagg?
Einar gamlar "Replay" cowboybuksir
Yndismerki?
Bubetti
Yndislitur?
Svart
Yndisperfuma?
Gucci og Chanel
Vakuleika ritual?
Kroppskrem hvønn dag gevur mær góða vælveru
Besta stylingtips?
Ein svartur vestur markerar figurin og fjalir óhepnar buglir.
Hvat finnur man absolutt ikki í tínum skápi?
Stór og mynstrut klæðir uttan snið
Smakkleyst?
Stórar tatoveringar
Eg kann ikki liva uttan ...
Skógvar og kropskrem
Mannfólk eru ...
ov lítið sjálvkritiskir
_________________________
Úrvalið í handlinum sæst eisini á heimasíðuni www.2u.fo