Veðurlíkindini eru til góð í dag, og flúgvingin gongur so at siga sum ætlað.
Trý flogfør hava sett seg í Vágum og fimm flogfør eru farin á flog higartil.
Tað eru ætlaðar 11 fráferðir og 10 komur í dag, sum tilsamans flyta útivið 2.200 ferðafólk til og frá sjey floghavnum.
Seinasta fráferð úr Føroyum er sett til kl. 21.30 til Stavanger, og seinasta flogfarið, sum lendir úr Keypmannahavn, kemur eftir ætlan klokkan 23.30.
Tey næstu flogførini sum fara eru hesi:
RC452 til Keypmannahavn væntast at fara kl. 16.00, og RC480 til Aalborg væntast at fara klokkan 17.4.5
RC 460 er framskundaður. Ferðafólkini eru umbókað á RC450 sum væntast at fara klokkan 18.30.
Fullfíggjað yvirlit yvir allar fráferðir og komur sæst á atlantic.fo .Fleiri flytingar og broytingar eru, og ferðafólk hava møguleika at kunna seg við aktuellu støðuna á www.checkmytrip.com