G! verður 17. - 19. juli næsta ár

G! Festivalurin boðar í morgun frá, at næsti G! Festivalur verður vikuskiftið 17. - 19. juli næsta ár.

 

– Mong eru tey, ið hava sagt við okkum, at hesin var hin besti G! Festivalurin nakrantíð. Well, eg skal ikki tora at siga um tað er satt, tó haldi eg, lítið er at ivast í, at hesin var millum teir bestu. Tað heldur okkum tó ikki aftur í gleðiliga at taka við avbjóðingini um at skapa ein enn betri festival næsta ár. Vit fara so at gera okkara allar besta, so tað er bara at seta X í álmanakkan og skriva sær aftanfyri oyrað, at næsti G! Festivalur verður verður dagarnar 17., 18., og 19. juli í 2014, sigur Jón Tyril, ið er talsmaður fyri G! Festivalin.

 

– Samstundis vilja vit nýta høvið at takka øllum teimum mongu, sum góvu sítt íkast til tiltakið í ár. Takk fyri í ár. Tað var fantastiskt at uppliva G!-Festival-andan so máttmiklan. G! er sterkari enn nakrantíð. Vit síggjast á G! 2014, sigur Jón Tyril.


Fleiri myndir síggjast í MYNDASAVNINUM