Gamal dreymur gerst veruleiki

Hetta hevur verið mítt hjartamál í tjúgu ár, sigur Ingun Gaardbo, deildarleiðari á medisinsku deild um nýggju palliativu eindina

B6 á landssjúrkahúsinum hevur ligið bakk í útvið eitt ár nú. Hølini eru umvæld, og í hesum sambandi eru tvær av stovunum innrættaðar av nýggjum, so tær frameftir kunnu virka sum ein palliativ deild.

Fyrr hava doyggjandi fólk ligið runt um á ymsu deildunum, men nú skulu hesi so savnast á B6.

Fyri nøkrum árum síðani varð mett, at tørvurin var tvær til tríggjar sengur, so tá vit nú hava fingið tvær so skujldi tørvurin verið nøktaður, men tað fáa vit ikki at síggja gjøllari, fyrr enn ein tíð er farin, sigur Ingun Gaardbo.

Deildin ella eindin er serliga ætlað krabbameinssjúklingum, og hon skal virka sum ein deild fyri alt landið. Tí kunnu fólk í prinsippinum koma úr øllum landinum, íroknað hinum sjúkrahúsunum.

Tað eru ávís kriteriir, sum skujlu verða uppfylt fyri at fólk kunnu koma inn á palliativu deildina. Tey skulu ikki longur verða í aktivari sjúkruviðgerð, men skulu verða komin um tað stadiið, har viðgerð ikki longur er ein møguleiki.

Palliativ viðgerð merkir pínulinnandi viðgerð, og tað er síðsta tíðin, meðan fólk bíða eftir deyðanum, at tey koma á palliativu eindina.

 

Hart tiltrongt

Tað er harðliga tiltrongt, at vit fáa hesa eindina. Hetta er fyrsta stigið móti einum veruligum hospis í Føroyum, sigur Ingun Gaardbo.

Yvirlæknin á medisinsku deild, Erik Wandall, er samdur við Ingun í, at eitt hospis hevði verið ynskiligt, og hann nevnir gomlu dreingjadeildina í Hoydølum sum eina fína loysn, tá studentaskúlin einaferð flytir út.

So kundi gamla Sanatoriið aftur komið til sín rætt, sigur Erik Wandall.

Men fyrsta stig á leiðini er so tikið við palliativu eindini, og tað er einki tíðarbil ov tíðliga, at hon kemur.

Hetta hevur verið mítt hjartamál í tjúgu ár, sigur Ingun Gaardbo.

Sosialurin vitjaði á deildini í gjár, og tá gjørdu tey seg kláran at taka ímóti sjúklingum á medisinsku deild aftur. Tá roknaðu tey eisini við, at fyrstu sjúklingarnir komu á palliativu deildina.

Hon er innrættað so, at til ber at gera sær ein kaffi- ella temunn, eins og pláss er fyri familjunum hjá tí sjúka inni á stovuni.

Eisini ber væl til at trilla eina song inn á stovuna ella at reiða eitt ból, so fólk kann sova hjá sjúklinginum, sigur Ingun Gaardbo.