Í sjeyti- og áttatiárunum loyptu tey hvøkk um í vesturevropa við sínum yvirgangsálopum, men síðani tíðliga í nítiárunum hevur lítið verið at frætt til Rote Arme Fraktion.
RAF hevur sínar røtur í studentakollveltingunum seinast í sekstiárunum og er ein vinstraekstremistiskur yvirgangsfelagsskapur. Tey framdu fleiri bumbuálop, morðbrandar, bankarán, burturflytingar, gíslatøkur og dráp av týskum politikkarum.
Kendastu limirnir mundu vera Andreas Baader og Ulrike Meinhof, sum eisini gjørdu, at felagsskapurin eisini var kendur undir navninum Baader-Meinhof bandin.
Frá 1970 til 1997 vóru 34 fólk dripin av RAF.
20. apríl 1998 bleiv RAF alment upployst í einum brævi, sum felagsskapurin almannakunngjørdi. Og tó. Í januar í ár kunngjørdi týski ríkisákærin, at dna-leivdir frá trimum kendum RAF-limum vóru funnar í samband við eitt tjóvarí.
Og nú hava tveir teirra aftur verið upp á spæl. 25. juni rændu Burkhard Garweg og Ernst-Volker Staub eina peningatransport og eina møblasølu.
Ránsmenninir vóru alvápnaðir, tá teir steðgaðu peningaflutninginum uttan fyri møblasøluna, og meðan tvey tømdu bilin, fór ein triðji inn í handilin at ræna hann. Báðir bilførararnir í peningaflutningsbilinum vórðu skaddir í ráninum.
RAF er eisini undir illgruna fyri at standa aftan fyri tvey álop í Bremen og Wolfsburg í fjør. Tey trý, Burkhard Garweg, Ernst-Volker Staub og Daniela Klette, eru undir illgruna fyri at hava framt níggju vápnað rán síðani 2011. Tey hava fingið við sær minst tríggjar milliónir krónur.