Gamla Norrøna, sum nú eitur Logos Hope og er partur av virkseminum hjá trúboðanarfelagsskapinum OM, er stødd í Karibia, har tropiska ódnin Irma er farin at gera um seg.
Norðlýsið skrivar, at Logos Hope fór úr Santo Domino í Dominikanska Lýðveldinum í gjár og setti kós longur suður í Karibiska havið fyri at koma burtur frá Irmu, sum verður roknað sum ein tann ringasta ódnin nakrantíð í Atlantshavinum.
Føroyingar plaga at sigla við Logos Hope, og onkrir eru umborð í løtuni, veit Norðlýsið at siga.
Sambært heimasíðuni hjá OM eru tiltøkini, sum Logos Hope skuldi verða partur av fram til leygardagin, avlýst. Logos Hope fer aftur til Santo Domingo, tá ið ódnin er avhasað.
Irma hevur rakt fyrstu karibisku oyggjarnar, og roknað verður við, at ódnin rakar Puerto Rico í dag, og síðani fer víðari í móti Dominikanska Lýðveldinum, Kuba og sunnara parti av USA. Roknað verður við vindi upp í 80 m/s, har ódnin rakar harðast.