Sunneva Háberg Eysturstein
____________________
Bogi Andreassen, fyrireikari av Asfalt, leiðari í Margarinfabrikkini og ein av stjórunum í Five Star Entertainment, var stigtakari til hesa presentatiónina og bíðar nú spentur eftir at fáa aftursvar frá kommununi.
- Tað hevur verið tosað nógv um at brúka Gamla Reinsarí sum spælistað í langa tíð nú, og endamálið við hesum fundinum var at vísa á, um tað yvirhøvur ber til at brúka staðið til nakað sum helst. Politikkarar, umsiting, tónleikarar og onnur áhugað vórðu bjóðað við.
- Tað er nevniliga so, at politikkararnir eru blivnir nakað forvirraðir av øllum prátinum um hetta. Summi siga, at tað hevði riggað, ímeðan onnur siga, at tað ikki hevði riggað. Eg skjeyt upp fyri kommununi at bara royna tað av. At bjóða fólki inn har at hoyra tónleik, so tey kundu sleppa at kjakast eitt sindur um tað, púra óformelt.
- Vit bjóðaðu m.a fjølmiðlum, SamVit, Tutl, Fut, MenTón osfr. Anna Katrina Petersen framførdi fólksligan popp við einum bólki, og tað riggaði ordiliga væl inn. Fólk vóru ótrúliga positiv, bæði tónleikarar og politikkarar, og niðurstøðan hjá teimum flestu var, at Gamla Reinsarí væl kann brúkast sum spælistað. Tað hevur eina góða stødd, staðið er hugnaligt, og so ljóðar tað eisini væl inni har. Tað eru sjálvsagt onkrar ábøtur, sum skulu gerast, fyri at fáa tað heilt optimalt, men sum er, er tað í øllum førum eitt gott stað at byrja. Nú bíða vit bara eftir, at kommunan tekur næsta stig at koyra tað víðari. Tað er spennandi at vita, hvat fer at henda, sigur Bogi.
Tórshavnar Kommuna er positiv
Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu sigur, at tað er stórur politiskur vilji og ynski um at gera eitt spælistað í Havnini.
- Hetta avprøva vit nú í Hansens Pakkhúsi, ella Gamla Reinsaríi, sum tað verður kallað á vanligum máli. Tað hevur verið snakkað leingi um, hvat húsið skal brúkast til, og vit hava nú avgjørt at prøva tað av sum spælistað. Vit hava arbeitt við ymsum alternativum hølum, men í løtuni er tað so hetta, sum vit hyggja heilt konkret uppá.
- Tað er tó týdningarmikið at leggja sær í geyma, at eingin endalig avgerð er tikin enn við Gamla Reinsaríi, men at vit enn bara eru í prosessini at finna útav, um tað kann brúkast. Tað var tí, vit høvdu tiltakið í síðstu viku; fyri at avprøva akustikk og stemning. Ætlanin frá nú og fram til Ólavsøku er at hava reglulig tiltøk av hesum slag við ymiskum tónleiki, fyri at finna útav, hvussu tað riggar í ymsum samansetingum. Og tá so hetta tíðarskeiðið er farið, fara vit at gera eina evaluering, greiðir Ingibjørg frá.
Appelera til ein breiðan málbólk
Hergeir Staksberg, tónleikari, heldur, at Gamla Reinsaríi hevði verið eitt gott alternativ til hini støðini, sum eru í býnum.
- Eg haldi, at staðið er kul. Har er ikki ov snobbut, men tað hevur eitt feitt, gamalt huglag og persónligheit. Gólvið skal líka viðgerðast eitt sindur, og tað skal eisini ljóðisolerast, men annars kann tað rigga ordiliga væl. Nú, tá Kaggin fór, er hetta næstan eisini tann einasti møguleikin. Tað er tó eingin, ið sigur, at hetta verður tað endaliga spælistaðið, men tað er í øllum førum eitt gott stað at byrja.
- Eg giti eisini, at tað hevði verið gott fyri at máta pulsin og útvikla seg. Líka sum t.d Losjan í Gøtu. Í løtuni er tað bara Margarinfabrikkin, men har koma ongantíð meira enn 50 fólk, og tey eru øll ræðuliga ung, sum ganga har. Gamla Reinsarí hevði kunnað appelerað meira til tey eldru og kanska havt ein breidri málbólk. Tað skal bara gerast kul og fáa skeinkiloyvi, so kann tað blíva ordiliga gott. Tað hevði eisini verið eitt gott alternativ til hini støðini, tí í løtuni er tað alt ov einstáttað, og tú mást næstan vera ein dansibólkur, fyri at kunna framføra nakrastaðni.
Gott fyri samfelagið
Beinta Gregersen, ið er leiðari og íverksetari av Húsinum og Dávavirkinum í Klaksvík, hevur hesar hugleiðingar um Gamla Reinsarí sum møguligt spælistað:
- Eitt spælistað hevur so ræðuliga stóran týdning fyri eitt samfelag. Um ikki nakar pallur er hjá tónleikarum at framføra á, koma teir ongantíð út við tí, sum teir gera.
- Tað hevur ikki bara týdning, at tað er ein pallur, men eisini at tað er ein pallur fyri teir lítlu, óroyndu bólkarnar. Í Havnini er jú egentliga bara Norðurlandahúsið, og har skalt tú vera rættiliga etableraður, fyri at kunna spæla. Tað manglar ein pallur til øll tey, sum spæla tónleik, ið ikki er mainstream og ikki endiliga savnar eitt so stórt publikum. Tey fáa umframt pallin eisini eitt umhvørvi at ferðast í, líkasinnað fólk at práta við og útveksla royndir við, viðmerkingar frá áhoyrarum osfr, sum kann vera ræðuliga læruríkt fyri tey. Eitt sovorðið spælistað er eisini viktugt fyri okkum sum áhoyrarar. Tí hvar skulu vit annars hoyra hendan tónleikin?
- Gamla Reinsarí er absolutt ein góður møguleiki at skapa eitt slíkt stað. Tað vera nokk nakrar forðingar hjá harða tónleikinum, tí tað er so nógv søga í bygninginum, at kommunan nokk ikki verður við uppá at gera tær stórvegis broytingarnar í húsinum. Men hetta er í øllum førum eitt stig á vegnum. Onkuntíð má mann siga takk fyri tað, sum mann fær, og gera tað besta burturúr tí, so tað kann nøkta so stóran tørv sum gjørligt. Og eg haldi, tað er týdningarmikið, at mann tekur av nú, tí um mann sigur nei til hetta, so fara tað bara at ganga fimm ár afturat, áðrenn nakað annað kemur í ljós, greiðir Beinta frá.
Týdningarmikið at lurta eftir tónleikarunum
- Eg haldi, at tað skal vera eitt stað, har øll eru vælkomin. Har sum tónleikurin er í hásæti. Har mann kann fara inn at drekka ein kaffimunn og práta, óansæð hvat klokkan er, sigur Beinta víðari.
- Tað hevur alstóran týdning, at kommunan lurtar eftir tónleikarunum, tí tað eru teir, ið vita, hvør tørvurin er. Kommunan er tí noydd til at seta ein leiðara, sum bæði kann halda skil á, og sum kann virka sum talirør millum ynskini hjá kommununi og hjá tónleikarunum. Og verður tað gjørt rætt, kann tónleikarin fáa fantastiska gott pláss har.
- Ein møguleiki er at umsita tað líka sum Ungdómshúsið í Keypmannahavn ger. Har verður tað gjørt soleiðis, at tónleikararnir sjálvir leiga seg inn á staðið at hava konsertir, tá teir vilja. Húsið kann altíð lænast ókeypis, og har fylgir anlegg við, men tónleikararnir skulu sjálvir syrgja fyri at gera klárt og fyri at promovera tiltakið hjá sær; at fáa fólk at møta upp til konsertirnar. Tónleikararnir fáa so yvirskotið av inngongdini, so har kann vera nakað av vinningi, um teir leggja arbeiði í tað.
- At fyriskipa tað sjálvur, kann vera ótrúliga motiverandi, og teir kunnu læra, hvat tað krevur at stápla konsertir upp. Tað kostar bara kommununi ein dagligan leiðara, ein teknikkara og so at innstallera eitt annlegg. Á hendan hátt sleppur tú fram at, óansæð hvør tú ert. Tað er eingin, sum skal vurdera, hvør er góður nokk, og tað kann eisini geva góða variatión í tónleikasløgini, ið vera at hoyra.
Ikki til rokktónleikin
Fríði Bjørgvin, ið er oddamaður í trashmetal bólkinum Ineptus, heldur ikki, at Gamla Reinsarí er nóg væl innrættað til allar tónleikastílar, og kundi hugsað sær, at nakrar broytingar vórðu gjørdar í hølinum.
- Eg haldi, at Gamla Reinsarí, sum tað er, er feitt til tann tónleikin, sum vit hoyrdu hin dagin. Til jamsessions, fólkatónleik, jazz osfr, men loftið er alt ov lágt til rokktónleik. Tað er øgiliga keðiligt, tí eg spæli sjálvur rokktónleik.
- Tað, sum skuldi til, fyri at staðið eisini bleiv til tann harða tónleikin, var, at mann tók aðru hædd vekk ella bara helvtina av tí og gjørdi eina balkong í eina endanum. Tað hevði verið pissifeitt. Tí at so hevði tað kunnað verið brúkt til allar tónleikastílar, og so hevði tað eisini sæð feitt út.
- Um mann skal gera eitt spælistað, kann mann akkurát tað sama gera tað til allar stílar, og eg haldi, at kommunan burdi umhugsað tað. Eg ivist bara stórliga í, at tey ganga við til tað.
- Staðið, sum tað er, er eisini kul. Tað er eitt stig tann rætta vegin, men um tað hevði verið broytt, hevði tað verið enn feitari. Tí tað eru annars bara tvey støð her í Havnini, har bólkar sum Ineptus kunnu spæla; Norðurlandahúsið og Sjónleikarhúsið. Í NLH er eingin kjansur at spæla vanligar konsertir, og Sjónleikarhúsið er altíð upptikið. Afturat teimum báðum er bara Mentanarhúsið í Fuglafirði, og tað er pissiirriterandi at skula koyra allan vegin norður har, hvørja ferð ein vil spæla konsert.
- Eg mæli við, at kommunan ger hasa lutvíst lítlu broytingina, soleiðis at tað verður pláss fyri øllum tónleikastílum.
Har tú kemur fyri tónleikin
Heðin Ziska Davidsen, tónleikari, hevur verið við í almenna kjakinum um spælistað í Havnini í mong ár.
- Nú hava vit tosað um hetta spælistaðið í út við fimm ár. Niðurstøðan hjá mær er, at tað skal vera eitt millumting millum vanligu pubbirnar/barrirnar og Norðurlandahúsið. Tað skal ikki vera for stórt og flott, men heldur ikki ov lítið og bulut, sigur Heðin.
- Eitt sovorðið stað hevði gjørt, at ein sjálvur fór til fleiri konsertir; at ein var meira úti um seg. Sum er, eru nøkur støð, har mann kann spæla, men tað er eitt sindur troyttandi at fara við nøkrum, tú hevur brúkt ein stóran part av tínum lívi uppá at skapa, og næstan bara spæla fyri drukkenboltum. Ikki tí, at tað bara eru drukkenboltar, sum eru á støðunum, men teir eru í hvussu er so nógvir í tali, at teir stjala myndina av áhoyrarunum. Nýggja spælistaðið skuldi verið eitt stað, sum meldaði klárt og greitt út, at tað er fyri tónleikin, og at tú also kemur har fyri tónleikin. Tí at akkurát tað finst ikki enn. Jú, í Margarinfabrikkini koma fólk fyri tónleikin, men tað fungerar bara til eitt vist, tí tað staðið hevur eitt øgiliga ungdómsligt klientell, og ikki allir aldursbólkar kunnu umboðast har.
- Eg hevði viljað sæð eitt stað, har mann uppá tvær vikur hevði kunnað verið á konsert hjá t.d Sic, Aldubáruni, Budam, og Jack Schidt, fyri at nevna nøkur dømi. Eitt stað, har tú kemur fyri tónleikin, og har sum allar sjangrur – t.d. klassiskt, jazz, folk, rokkur og poppur kunnu umboðast síð um síð. Tað haldi eg hevði verið sunt fyri allar partar, greiðir Heðin avgjørdur frá.