Gamla Reinsaríið var fríggjakvøldið ramman um eitt hugnaligt cafékvøld í ektaðum OD-stíli. Við OD-plakatum á hvørjum stolpa, fýrfatsljósum og einum spentum OD-bólki var klárt til at taka ímóti nógvu gestunum, sum høvdu leitað sær oman á Reinsaríið í illveðrinum.
– Eg varð satt at siga bilsin um, hvussu nógv fólk komu oman fríggjakvøldið. Vit væntaðu ikki tað heilt stóra, tí vit høvdu ikki gjørt serliga nógv fyri at upplýsa um tað ella fáa tað út í miðlarnar, sigur Mortan Østerø, limur í OD-bólkinum í Hoydølum.
Til frama fyri 4. fátækasta landinum
- OD hevur høvuðssætið í Keypmannahavn og tískil hevur ein stórur partur av OD-arbeiðinum sum heild høvuðssæti í Danmørk. Av hesi orsøk meta vit í OD-bólkinum tað vera sera týdningarmikið eisini at kunna føroyingar um OD, tí nógv framvegis ikki hava hoyrt um felagsskapin, hóast hann longu hevur eksisterað í heili tíggju ár í Føroyum. Eg hopi og vóni, at fólk tóku tað, vit søgdu, til sín – bæði næmingar, sum fara út at arbeiða 5. november, men eisini vanlig fólk, sum møguliga vilja hava ein OD’ara út at gera okkurt handaligt arbeiði fyri seg á degnum. Tað er umráðandi, at fólk vita, hvørjum tey stuðla. Vit halda ikki, at man skal stuðla nøkrum blint, man eigur at hava ein møguleika fyri at læra verkætlanina væl at kenna, áðrenn man avger, um man vil stuðla henni ella ikki. Tá ið man so er so væl kunnaður um verkætlanina, sum man kann verða, skal tað sjálvandi eisini vera gjørligt at siga nei, um man ikki heldur, at hetta er ein verkætlan, man kann standa inni fyri ella ynskir at stuðla. Av hesi orsøk eru tvey umboð úr høvuðsskrivstovuni í Keypmannahavn eisini í Føroyum í vikuni greiða frá verkætlan ársins í Niger.
Niger heimsmet í analfabetismu
Verkætlanin í Niger snýr seg um at byggja 19 skúlar í vestafrikanska landinum, sum fara at tryggja 2100 børnum eina skúlagongd og harvið eisini ein møguleika fyri einari øðrvísi framtíð. Nógvir eru trupulleikarnir í Niger. Yvir 60 prosent av fólkinum livir fyri undir ein dollara um dagin og landið hevur heimsmet í analfabetismu – yvir 85 prosent av íbúgvum Nigers duga hvørki at lesa ella skriva. Nigerska stjórnin hevur ikki ráð at gera skúlar og útbúgvingarstøðið í Niger hevur sostatt verið óbroytt seinastu tjúgu árini. Væntandi útbúgvingarstøðið hevur í mong ár verið við til at halda landinum niðri og forða fyri, at menning hevur verið. Tað tykist eins og, at Niger er komið inn í eina ónda ringrás, sum tað er trupult hjá teimum at bróta úr uttan eina hjálpandi hond uttanífrá. Samstundis tykist tað sum, at umheimurin hevur gloymt Niger. Hóast landið er millum fátækastu lond heimsins, hevur menningarhjálpin seinastu árini verið sera lítil í mun til hvussu nógvan stuðul, onnur fátøk lond fáa.
Eins og undanfarnu árini fokuserar OD á útbúgving sum ein vegur úr stóra fátækradøminum. Fokus verður í verkætlanini serliga lagt á at fáa gentur og nomadudreingir í skúla, tí tað vanliga eru hesir bólkar, sum hava trupult við at passa eina vanliga skúlagongd í almennu skúlum Nigers.
Fólkavøksturin í Niger er tann størsti í heiminum; kvinnurnar fáa í miðal 7-9 børn og mamman hevur tískil sera nógvar arbeiðsuppgávur í heiminum. Hóast mammurnar í nógvum førum fegnar vilja senda døtrarnar í skúla, hava tær ikki møguleika fyri hesum, tí tey ikki kunnu fáa húsarhaldið at hanga saman uttan hjálpina frá gentunum. Um ein nigersk genta er so heppin at koma í skúla, verður hon aloftast tikin úr skúlanum aftur, áðrenn hon er liðug, fyri at verða gift og flyta til verfamiljuna. Fyri at bøta um hesar trupulleikar og geva gentunum ein møguleika fyri at koma í skúla og læra um rættindi teirra, bjóðar verkætlanin hjá OD og Care mammunum hjá gentunum ein asna, ið skal gera arbeiðið hjá familjunum lættari, soleiðis at tørvurin av arbeiðsmegini hjá gentuni verður minni. Umframt hetta skulu foreldrini hjá gentuni undirskriva nakrar hjúnarlagsavtalur, sum skulu tryggja, at gentan ikki verður tikin úr skúlanum fyri at vera gift, áðrenn hon er liðug. Ætlanin við verkætlanini er ikki at fara inn og broyta siðirnir í Niger; man vil ikki í verkætlanini forða gentunum í at verða giftar tíðliga, sum tær hava verið gjøgnum nógv ættarlið – man vil bert geva gentunum møguleika fyri at nema sær útbúgving og vitan.
Nomadudreingirnir noyðast at vandra við djórunum hjá familjuni í regntíðini, sum í Niger varar nakrar mánaðir. Um man er burturi úr skúlanum tríggjar mánaðir mitt í skúlaárinum, er ringt at fylgja eini vanligari skúlagongd og børnini verða í sovornum førum koyrd úr skúlunum. Fyri eisini at fáa nomadudreingirnar í skúla hevur man í verkætlanarskúlunum eina tímatalvu, sum tekur útgangsstøði í gerandisdegi teirra. Skúlin er stongdur í regntíðini, so dreingirnir ikki missa nakra skúlagongd og undirvísingin í skúlunum fevnir m.a. um nógv praktisk evni og praktiska vitan, ið dreingirnir eisini kunnu nýta heima við hús.
100.000.000 krónur til u-lond
Tað, sum skilir Operatión Dagsverk frá vanligu hjálparfelagsskapum, er, at øll arbeiðsmegin kemur frá ungum fólki, sum saman vilja arbeiða fyri at gera ein mun í heiminum. Her eru eingir stjórar, sum sita og taka allar tær stóru avgerðirnar; tað eru tey ungu, sum velja verkætlanirnar, tað eru tey ungu, sum fara út at arbeiða á OD-degnum og tað eru tey, sum sita inni við øllum avgerðum.
- Á ein hátt haldi eg, tað bæði kann vera gott og ringt, at vit bert eru ung, sum arbeiða fyri OD, sigur Mortan. – Nógv brúka tað, at vit ”bert eru ungdómar” ímóti okkum sum argument fyri ikki at vilja arbeiða á OD-degnum. Tey eru bangin fyri, at vit ikki duga at administrera pengar teirra nóg væl. Men hetta er í veruleikanum eitt tekin um, at tey ikki hava sett seg nóg væl inn í skipanina hjá felagsskapinum. Tað eru nevniliga ikki ”bert” ungir OD’arir, sum standa fyri at administrera pengarnar, ið verða savnaðir inn. Tá ið vit í desember mánaða velja ta verkætlanina, vit vilja stuðla, velja vit samstundis eisini ein samstarvsfelaga. Allir hjálparfelagsskapir, sum hava hug, kunnu stilla verkætlanaruppskot – stórir sum lítlir - og tað eru hesir hjálparfelagsskapir, sum standa fyri at føra verkætlanirnar út í lívið. Hesir felagsskapir hava vanliga arbeitt nógv ár í londunum, vit fara at stuðla, og tey hava tískil alla ekspertisuna. Operatión Dagsverk ger tað, vit duga best; vit føra kampagnuna í Føroyum og í Danmark og royna at engagera ungdómar at luttaka á OD-degnum, meðan samstarvsfelagirnir gera tað, teir duga best; teir føra verkætlanirnar út í lívið. Áður hava stórir hjálparfelagsskapir sum Reyði Krossur, Folkekirkens Nødhjælp, IBIS, Care og Dansk Flygtningehjælp stilla verkætlaniruppskot til OD. Hetta eru altso stórir felagsskapir, sum hava skil fyri tí, tey gera.
- Men tað er eisini týdningarmikið, at vit eru ung til ung - ungdómar, ið royna at engagera aðrar ungdómar. Vit eru á sama støðið sum næmingarnar í mennigarlondunum, vit vita, hvørjum tey eru upptikin av og vit klára kanska betri enn onnur at seta okkum inn í teirra hugsunarhátt. Vit hava eitt motto í OD-bólkinum um, at tað er týdningarmikið, at føroyskir ungdómar verða meira globalt áhugaðir, so teir ikki verða ov snævurskygdir. Tað er umráðandi, at tú ert tilvitaður um tað, sum hendur rundan um teg og um nakrir av globalu trupulleikum heimsins.
5 tímar 5. november?
Í fjør settu næmingarnir í Studentaskúlanum í Hoydølum met við at savna inn yvir 150.000 kr til OD verkætlanina ’07 og stuðlaðu harvið guaraní-indiánarunum í Bolivia úr trældómi teirra. OD-arbeiðið var tó nakað øðrvísi í Hoydølum í fjør. Næmingar, sum ikki vildu luttaka í degnum, skuldu skriva eina eyka uppgávu í skúlanum. Um tey einki gjørdu av hesum, fingu tey fráveru fyri hesar tímarnar. Hetta helt OD-bólkurin ikki riggaði serliga væl; ein sera neiligur hugburður varð um OD júst av hesi orsøk. – Um man roynir at noyða fólk til at gera okkurt, endar tað ofta við, at tey als ikki hava hug til at luttaka, sigur Mortan. Í ár er OD-arbeiði í Hoydølum broytt á tann hátt, at man, um man ikki ynskir at luttaka í OD-degnum, skal arbeiða við nøkrum tilfari, sum er relaterað til Niger og verkætlanina í ár. Øll, sum arbeiða á degnum fáa loyvda fráveru úr skúlanum, so tað ger vónandi, at fleiri vilja vera við. Vit vilja ikki hava pengarnar hjá næmingunum – fátækir studentar eiga ofta ikki serliga nógv at geva av – vit vilja bara hava tíð teirra. 5 tímar fyri 300 krónur 5. november er jú ikki serliga nógv. Fyri at seta tingini í eitt størri høpi, hava vit í Hoydølum gjørt eina kampagnu, har vit hava spurt ymiskar føroyingar, hvat tey vanliga brúka 300 kr. til. Tey flestu svara, at tey brúka pengarnar til mat, bensin ella annað. Man fær ikki serliga nógv fyri 300 krónum í Føroyum, men í Niger kunnu 300 krónurnar, tú hevur arbeitt fyri, vera við til at gjalda lønina hjá einum lærara í ein heilan mánaða.
Tá ið Mortan verður spurdur um, hví fólk eftir hansara meting skulu fara út at arbeiða, svarar hann, at man følir seg sum eitt betri menniskja, um man er við til at gera okkurt gott fyri onkran annan. – Eg veit, tað ljóðar sum ein kliché. Men tað er eisini ein orsøk til, at tað er vorðið ein kliché; viðhvørt er tað ringt at síggja, tá ið man stendur mitt í tí heila, men um man dugir at síggja arbeiðið sítt uttanífrá, sær man, at tað veruliga ger ein mun. Trýr man uppá karma, burdi hjálpararbeiði ivaleyst hjálpt upp á tað, sigur hann við einum smíli.
Føroyska OD-framtíðin?
Seinastu árini hevur OD alsamt vunnið meiri upp á seg í Føroyum; hugburðurin viðvíkjandi OD er jaligari enn nakrantíð áður. Hetta sást eisini fríggjakvøldið, tá ið sera nógv fólk vóru savnaði í Gamla Reinsarínum.
- Ja, hetta er ivaleyst eitt tiltak, sum verður aftur næsta ár. Hetta er ein góður møguleiki at blanda álvaran í felagsskapinum við onkrum stuttligum; ein góður møguleiki fyri at vísa, at vit eru ung, sum eru sera engageraði í einari góðari sak, men at vit eisini bara gjarna vilja gera okkurt stuttligt á ein øðrvísi hátt, sigur Mortan. - Kanska summi gloymdu konseptið eitt sindur burtur fríggjakvøldið, men hetta er jú sjálvandi okkurt, man bert kann royna at betra um komandi ár. Men eg haldi, fólki dámdu tað væl og tað er jú tað týdningarmiklasta. ”Tiltakið burdi verið alt vikuskiftið”, segði ein við meg. ”Man átti at havt eitt sovorið stað í Føroyum, har man vanliga kundi komið at lurta eftir tónleiki og hugna sær,” lat í onkrum øðrum.
-----------
Annika Hedegaard Isfeldt