Tað boðar Eysturkommuna frá.
Hóast vegurin ikki longur verður nýttur sum almennur vegur, hevur framvegis verið møguligt hjá bilum at koyra har. Nú hevur kommunan avgjørt at steingja vegin, tí hann verður ikki mettur at vera tryggur til koyrandi ferðslu.
Fólk kunnu tó framvegis ganga eftir gamla Leirvíksvegnum.










