Vestan­stevnu­renn­ing­in verð­ur í Mið­vági fríggjadagin

Fríggjadagin 10. juli kl 17:00 verður Vest­an­stevnu­renn­ing í Mið­vági. Vestan­stevnu­renn­ing er ár­liga renni­kapp­ingin, sum Ítrótt­ar­fel­ag­ið Frælsi skip­ar fyri í sam­band við vest­an­stevnu.

Renningin er bæði fyri børn og vaksin. Byrjað verður við miðstaðarøkið og runnið verður út á Bakka og aftur. Hendan rutan verður runnin tríggjar ferðir av teimum vaksnu, og er í alt 5,4 kilometrar. Børnini renna styttri teinar á somu rutu. Tey yngstu 400 m og tey eldru 800 m. 

 

Bólkarnir eru:

Menn, veteranar og superveteranar, ultraveteranar

Kvinnur, veteranar og superveteranar, ultraveteranar

Unglingar gentur og dreingir árgang 2008-2011

 

Børn:

2012-2014

2015-2017

2018-2024

 

Heiðursmerkið verður latið til trý tey fremstu í hvørjum bólki. 

 

Tilmelding kann gerast á atgongumerki.fo seinast hálvan tíma áðrenn renningin byrjar.

Kostnaður fyri børn er 20,- og fyri vaksin 50,-

 

Ítróttarfelagið Frælsi

[email protected]

Tlf. 267549

fraelsi.fo