Í samrøðu við Radio IIII sigur Bolton, at tess meiri ans Trump fær, tess meiri eggjar tað honum.
– Um fólk halda fram at geva honum ans, gevur tað honum bara blóð upp á tonnina, sigur Bolton.
Trump endurtók á Nato-toppfundinum í Ankara í dag, at Grønland eigur at vera undir amerikonskum og ikki donskum ræði.
Eftir fundin segði Mette Frederiksen, at tað ongantíð fer at henda.
– Grønland hevur greitt boðað frá, at grønlendingar ikki vilja vera partur av USA, og eg vænti, at øll virða okkara fullveldi sum ríkisfelagsskapur, segði danska forsætisráðfrúan.
John Bolton var trygdarráðgevi hjá Trump, tá forsetin fyrstu ferð í 2019 fór at tosa um at keypa Grønland. Hann heldur, at Mette Frederiksen í staðin átti at svarað stutt og síðani skift evni.
– Ein annar máti hevði verið at sagt: Mín støða er væl kend. Latið okkum tosa um nakað álvarsamari, sigur hann.
Bolton, sum eisini hevur verið amerikanskur ST-sendiharri, heldur ikki, at ætlanirnar hjá Trump um Grønland hava nakran veruleikan.
– Tað er pínligt fyri USA, tá hann sigur slíkt, sigur Bolton.
Kelda: Radio IIII.











