Ganga og renna úr Kollafirði niðan á Sornfelli

Aftur í ár skipar Mjørkadals Ítróttarfelag, MIF fyri ”MIF TOP RUN”.

 

Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak hesi seinastu árini og í ár verður tiltakið leygardagin klokkan 15.

 

Hetta er samstundis 10. ferð, at skipað verður fyri hesum serliga tiltaki, sum er alment.

 

Mong brúka hetta høvi at kappast um at vera fyrst á mál, men fyrireikararnir gera vart við, at hetta er fyrst og fremst motiónsrenning.

 

Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við.

 

- Øll, sum hava verið við hesi árini, hava fullført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva.

 

Men ikki skerst burtur, at hetta er ein avbjóðing, tí tað er mótbrekka at kalla allan vegin.

 

Renningin byrjar vid Effo-støðina í Kollfjarðadali, sum er 75 metrar yvir havinum og endar á Sornfelli, sum er 680 metrar yvir havinum. Tilsamans er teinurin 9,8 km.

 

Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar: Menn undir 40 ár, menn yvir 40 ár, kvinnur undir 40 ár og Kvinnur yvir 40 ár.

 

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men øll fáa prógv um, at tey hava verið við.

 

Metið fyri menn er 45.02 minuttir, og tað eigur Sigurð Justinussen, sum setti tað í 2005.

 

Hjá kvinnum er tað Rigmor N. Arge, sum rann rutuna í 2011 við tíðini 52.13 minuttir.

 

Tað er ókeypis at vera við og tað er bara at møta upp ímillum klokkan 13.30 og 14.30.

 

Myndirnar eru frá tiltakinum einum undanfarnum ári.