Føroya Rættur hevur dømt ein pápa fyri at sláa dóttur sína við knýttum neva fleiri ferðir. Tað kom fram í tíðindasendingini hjá Útvarpinum í gjárkvøldi. Men pápin skal ikki inn at sita, tí hann fekk ein treytaðan dóm á tvey ár.
Tað var eitt leygarkvøld í februar í fjør, at pápin gav dóttrini nevan framman á fleiri ferðir. Pápin segði seg einki minnast til hendingina, men rætturin ivaðist ikki í, at hann var sekur og tí varð hann dømdur.
Útvarpið veit at siga, at upplýsingar, sum rætturin fekk um viðurskiftini millum faðir og dóttir gjørdu, at eingin revsing varð ásett, og tí fekk maðurin ein treytaðan dóm í tvey ár. Tað merkir, at pápin ikki skal inn at sita, um hann einki revsivert ger tey bæði næstu árini.