HB-GÍ 0-1 (0-1)
Undan ársins útgávu av finaludystinum um løgmanssteypið, vóru mong, sum mettu HB sum stórfavoritt at vinna dystin.
Skuldi metast eftir støðuni á stigatalvuni, var sum so heldur einki at ivast í, at so var. HB er í løtuni á fremsta sessinum í landskappingini, meðan GÍ heldur skuffandi er heilt niðri á sjeynda plássi.
Avrikini hjá gøtumonnum hava heldur ikki verið sannførandi í fleiri av landskappingardystunum. Í steypakappingini eydnaðist tað við bit og slit at basa vágamonnum í hálvfinaluni, men tey flestu mundu tó rokna við, at her fór positiva gongdin at steðga, tí HB mundi verða teimum ein ov stórur biti at gloypa.
Royndirnar telja
Eitt, sum gøtumenn tó áttu fram um HB liðið, mundi vera drúgvu royndirnar, sum ofta eru so týdningarmiklar í slíkum dystum.
Sæð í bakspeglinum mundi tað eisini vera júst hetta, sum gjørdi, at GÍ í dag kann kalla seg steypavinnara 2000.
Tað var nevnliga skjótt greitt, at HB liðið als ikki spældi upp til sítt besta henda dagin, og serliga vóru tað fleiri av ungu leikarunum, sum ikki vóru eins eyðsýndir, og teir vanliga hava verið.
Í vinstru riggaði samspælið millum Pætur Dahl og Janus Joensen als ikki so væl, sum tað hevur gjørt higartil í ár, og Pætur hevði einki av teimum gjøgnumbrotunum, sum hann so ofta hevur sýnt.
GÍ liðið tóktist hinvegin at spæla eins og talan var um ein heilt vanligan landskappingardyst. Líkt var ikki til, at leikararnir á nakran hátt vóru nervaðir av týdninginum av dystinum, tó at tiltikni stríðsviljin hjá gøtumonnunum var sjónligari enn vit hava sæð higartil í ár.
Teir vóru snøgt sagt nógv grammari enn havnarmenninir, teir vunnu flestu nærdystirnar, fluttu seg meira, og yvirhøvur vóru teir oman á fyrstu trý korterini.
Royndirnar móti málunum báðum vóru tó ikki so nógvar. Bárður Mortansson hevði eina vandamikla frísparksroynd, meðan tað einar tvær ferðir gjørdist vandamikið framman fyri HB málið. Fyrru ferð, tá Helgi stútaði upp um eftir frísparksinnlegg, og aðru ferð, tá Magni royndi seg við langskoti, sum Bárður akkurát fekk jústað upp um málið.
Málið líktist permuni
Á permuni á leikskránni hendan dagin, var mynd av Óla Hansen og Símun Eliasen, meðan hesir báðir stríddust um ein bólt.
Tilvitað var tað neyvan, men einasta málið í dystinum líktist í rættuliga stóran mun permumyndini. Ein høgur bóltur varð sendir móti HB verjuni, og bæði Hans og Símun stóðu skeivt plaseraðir, soleiðis at bólturin støkk niður í svørin og upp um verjuleikararnir. Óli Hansen elti bóltin allan vegin, og hóast hann var kroystur av báðum miðverjunum, so eydnaðist tað honum við einum dómadagsskoti at senda bóltin í meskarnar.
HB leikararnir iðraðu seg uttan iva, tí talan var um ein heldur óneyðugan møguleika, sum Óli fekk. Tað skal tó ikki takast frá málskjúttanum, at talan var um eitt rættuligt »forward-mál«. Uttan stórvegis himpr, smekkaði hann til, og mál er jú tað, sum alt snýr seg um hjá einum áleypara.
HB vaknaði
Sum nevnt omanfyri, so vóru gøtumenn omaná í øllum lutum fyrsta partin av dystinum.
Møguliga komst hetta av, at leikararnir vóru nakað tyngdir av trýstinum, sum lá á teimum undan dystinum. Líka mikið um hetta var so ella ikki, so loysnaðu í øllum førum nakrir teymar, eftir at GÍ hevði lagt seg á odda, og seinastu løtuna av fyrra hálvleiki fekk HB nakað, sum líktist einum trýsti á GÍ málið, tó uttan at hetta gav nakran rættuligan málmøguleika av sær.
Seinna umfarið tóktist tó beinanvegin greitt, at HB nú hevði fingið eitt nógv betri tak um dystin. I hálvleikinum høvdu teir býtt Pætur um við Gigi, og hetta setti beinanvegin nógv meira ferð á HB spælið.
Lítli rumenin treivst sera væl á grasinum, og fleiri ferð skapti hann ólag í GÍ verjuni, tá hann við kviku snaringum sínum, ella skjótum 1-2 spæli royndi at koma ígjøgnum verjuna. Kropsvøkstur hansara hevði tó við sær, at hann so at siga hvørja ferð varð steðgaður í avgerandi løtuni, men tað skerst ikki burtur, at hann veruliga prógvaði, at hann kann gerast ein styrkur hjá HB eftir summarfrítíðina.
Besta møguleikan mundi HB tó fáa, miðskeiðis í seinna hálvleiki. Jóhannis slapp sær ígjøgnum í høgru, og tá bólturin varð sendir inn fyri, stútaði Andrew sera hegnisliga, men bólturin tók í undirsíðuna av tvørstongini, og støkk síðani út aftur í spæl.
Fastfryst spæl
Móti endanum av dystinum gjørdist fortreytirnar hjá HB fyri at leggja trýst á GÍ enn betri. Helgi L. Petersen var áhaldsin, og í royndini at takla Janus Joensen, leyp hann á aftan ífrá, og so var dómurin eirindaleysur. Reytt kort, og GÍ skert við einum manni.
Hetta broytti tó ikki so nógv um spælið hjá HB, og yvirhøvur kann ein undrast á, at teir alla tiðina hildu so konsekvent fast við somu spæliætlan. Ikki fyrr enn seinastu tveir minuttirnar ella so varð víkt frá 4-4-2 skipanini, hóast tað tóktist upplagt at flyta antin Símun ella Hans niðan í álopið. Um ikki annað fyri at skapa meira tyngd í.
Heldur ikki tær útskiftingar, sum vórðu framdar, tóktust viðføra, at HB liðið gjørdist meira álopssinnað. Gamaní, so bøtti fyrsta útskiftingin nógv um spælið, tí Pætur var als ikkis í hopla henda dagin. HB liðið gjørdist als ikki meira álopssinnað av, at Ingi Rasmussen kom á vøllin fyri Hall Danielsen, ella at Jón Rói varð settur í álopið fyri Bárð.
Tá vildi tað verið meira upplagt at sett Inga á verjukenda miðvøllin, tikið Janus út, og broytt spælskipan, soleiðis at Rúni og Rói gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm