Genta og fuglur bjargaði

Eldsbruni

Í gjáramorgunin kom eldur í eini sethús í Traðarbrekku í Havn. Eldurin kyknaði í einum kjallararúmið. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og fingu teir køvt eldinum áðrenn hann fekk breitt seg um restina av húsinum. Veggirnir og loftið var av betong og var hetta eisini grund til, at eldurin ikki fekk breitt seg.
Ein ung genta, sum lá og svav í rúminum við síðuna av, varð fingin út, meðan sløkkiliðið eisini fekk bjargað einum kanariufugli.
Roykur var um alt húsið, men húsini eru ikki so illa farin. Tað kundi verið nógv verri um eldurin hevði fingið tíð at ment seg, sigur vakthavandi á Brandstøðini í Havn. Væl gekk at sløkkja, og eldurin var sløktur stutt eftir at sløkkiliðið var á staðnum. Orsøkin til eldsbrunan er ikki greið enn.