Gentur 17: Kyndil hevði munin á H71

Fyri fyrstu ferð í dag tapti H71 eina steypafinalu.

Steypafinalan í Gentur 17, sum fevnir um gentur føddar í 1998 og seinni, bleiv spæld ímillum Kyndil og H71.

 

H71 er umboðað í heili níggju av 11 steypafinalum, har 10 av teimum nú eru spældar. Undan Gentur 17-finaluni hevði H71 vunnið hvørja einastu steypafinalu, ið felagið hevur luttikið í hetta hondbóltsvikuskiftið, men hetta mynstrið megnaði Kyndil at bróta.

 

Eftir hálvleiksstøðuna 9-8 vann Kyndil nevniliga 17-15. Eitt skifti í seinna hálvleiki gjørdist munurin ímillum liðini rættiliga stórur, tá ið Kyndil kom á odda við fimm málum. Í endanum øktist spenningurin í dystinum, men munurin á liðunum bleiv ongantíð minni enn tvey mál.

 

Málskjúttar í dystinum vóru:

 

Kyndil: Súna K. Hansen 6, Lea Durhuus 3, Marianna G. Eystberg 3, Hanna H. Hansen 3, Magna Tórðardóttir 1 og Beinta Bárardóttir 1.

 

H71: Maria Halsdóttir Weyhe 6, Marita Mortensen 3, Silja Sámalsdóttir 2, Anna á Steig 2, Eva Barba Arge 1 og Karin Ragnarsdóttir Dam 1.