Gera vart við lokalmál umvegis alnetið

Norðmaðurin Erling Okkenhaug er eitt gott dømi um, at ein umvegis alnetið kann seta dagsskránna til eitt kommunuval. Føroyingar hava sama møguleika, nú bert fýra mánaðir eru eftir til løgtingsval. Spurningurin er bert um at síggja møguleikarnar.

Svínoy: Hvussu skal ein bera seg at, tá ein ynskir at siga frá sínum hjartamáli, bæði effektivt og samstundis fyri so mongum fólkum sum gjørligt?

Ein máti er at brúka allar møguleikarnar sum finnast á alnetinum. Hetta hava útlendingar sæð týdningin av, og tað er nærum ikki tað málið sum ikki á einhvønn hátt kann finnast fram til á netinum.

Her á landi er ein so smátt farin at síggja týdningin av hesum sama. Eitt dømi um hetta er fólk í Svínoy, sum eru fá í tali, men kortini hava eitt týdningarmikið mál at stríðast fyri: Hvussu teirra oyggj kann varðveitast og hvussu ein kann skapa liviumstøður fyri bygdarfólkinum.

Nógv lesarabrøv, viðmerkingar, tíðindagreinar og samrøður hava verið frammi millum ár og dag, og ein hevur serliga sæð, at fólk úr oynni hava verið ófør at vísa á, hvussu neyðugt tað er at júst teirra oyggj og bygd ikki verður avtoftað.

Bygdarfólkið hevur sæð veruleikan í eyguni, og sum eitt stig í hesum máli eru tey sinnað at leggja saman við Klaksvíkar kommunu.


Mótvegis umheiminum

Bæði í bygdini og aðrastaðni kring landið eigur oyggin heitar fortalarar fyri at hon skal varðveitast.

Svínoyingar hava haraftrat verið hjá landsins myndugleikum við teirra stóra máli, sum er at fáa nøktandi møguleikar fyri samferðslu til meginøkið við tunli og ferjulegu.

Enn eru eingi stórvegis og ítøkilig stig tikin í hesum máli, men eingin ivi er um, at júst við hesum áhaldinum hava tey megnað at gjørt bæði lokalar politikkarar og landspolitikkarar varar við umstøður teirra sum ein útoyggj. Fyrispurningar og uppskot til samtyktar hava verið á tingborði, til tess at bøta um umstøðurnar hjá bygdarfólkinum.

Umframt alt hetta finst ein lítið vitjað føroysk heimasíða, sum hevur gjørt eina roynd at lýsa bygdarlívið í Svínoy. Hetta er kortini bert ein roynd, men eingin ivi er um, at bæði svínoyingar og aðrar útoyggjar hava allar møguleikar at gera vart við seg mótvegis umheiminum á alnetinum.

Spurningurin er bert um vilja, mátt og pening at fara undir hetta. Dømið úr norska býnum Risør vísir, hvussu ein umvegis alnetið kann gera vart við eitt mál – ókeypis!


Lokalt evni

Í norska býnum Risør, ið liggur á suðurlandinum, eru stórar ætlanir um at broyta hugnaliga og søguliga havnarlagið til eitt stað við bygningum ið hóska til nútíðina.

Mong eru helst fegin um hetta stigið, men tað eru kortini tey fólkini í býnum sum eru beinleiðis ímóti eini slíkari ætlan. Ein teirra er Erling Okkenhag, sum umboðar felagsskapin “Allgrønn”.

Endamálið er at stríðast fyri staðarmenning, saman við lokalum kreftum. Saman við øðrum hevur hann sett sær fyri at lýsa, hvussu óheppin henda byggingin er fyri hansara heimbý, og helst aðrar býir við, sum kunnu koma út fyri hesum sama.

Felagsskapurin fór tí undir eitt átaki í hesum máli. Tey gjørdu ikki mætari enn at leggja ein filmsstubba út á alnetið við heitinum “Sørlandsperlen Risør trues av utbyggerspekulanter”. Her vísa tey á, hvussu óheppið hetta er fyri hugnaliga havnaumhvørvið.

Aftanfyri seg hevur hann felagsskapin Allgrønn, sum varð stovnaður í 1991. Hetta er ein lítil, men kortini virkin felagsskapur sum hevur stór mál – eisini ímóti teimum sterku kreftunum.

- Vit vilja geva fólki møguleika at taka upp lokal evni, uttan at hava tær stóru kapitalkreftirnar í rygginum. Hetta er ein opin og demokratiskur miðil, sum vit vilja gera okkara til at menna enn meiri í framtíðini, sigur Okkenhaug við norsk bløð.


Einsporað báðar vegir

Hesin filmurin er rættiliga einsporaður, men Okkenhaug hevur eisini sína frágreiðing um hví so er:

Hetta var ein einsporaður filmur móti einum einsporaðum byggiharra, sum náðileyst ætlar at broyta býarmyndina í Risør.

Hetta málið kom á dagsskránna og var við til at seta dám á valstríðið í heimakommunu hansara í sambandi við kommunuvalið í Noregi herfyri.

Tíbetur fyri Okkenhaug og hansara fólk fingu fjølmiðlarnir eyga á átakið, og høvdu drúgvar og góðar umrøður av málinum – bæði tey lokalu bløðini í økinum, norska útvarpið NRK og stóra dagblaðið Verdens Gang.

- Hetta hevur alt verið við til at geva málinum eitt egið lív, staðfestir hann væl nøgdur.





Svínoyingar á netinum

Tað er helst ikki hvørji oyggj beskorið at hava eina heimasíðu. Við góðum netsambandi hava fólk í Svínoy tikið tøkniligu menningina til sín.

Á alnetinum liggur nevniliga ein heimasíða sum við nógvum myndum vísir nakað av lívinum í bygdini.

Teksturin er ikki tann nógvi, men her hevur so onkur ynskt at gera vart við at Svínoyggin er til.

Heimasíðan eiturwww.skulin.fo/nesvik/jeag/link.htm. Hon er ikki serliga dagførd, men kortini ein máti at siga eina søgu.

Higartil hava 389 vitjanir verið á heimasíðuni.




FAKTA


Hentar heimasíður

Her eru nøkur dømi um heimasíður, sum lýsa eitt øki ella hvørs endamál er at stríðast fyri eini ávísari søk:

Um Svínoy: www.skulin.fo/nesvik/jeag/link.htm

Um byggingina í norska býnum Risør: www.snutter.no og síðani “Sørlandsperlen Risør trues av utbyggerspekulanter”

Felagsskapurin hjá Erling Okkenhaug og øðrum: www.allgronn.no

Heimasíðan hjá Útoyggjafelagnum: www.utoyggj.fo

Heimasíðan hjá Stóra Dímun: www.storadimun.fo

Heimasíðan hjá Mykinesi: www.mykines.fo

Heimasíðan hjá koltursbúgvum: www.koltur.com