? Eg havi ikki sæð hattar uppskotið, so eg veit ikki meiri enn tað, ið eg hoyrdi í útvarpinum. Eg kann tískil als ikki úttala meg í hasum málinum.
So greiður var Karl Johansen, tá Sosialurin fekk orðið á hann í gjár.
Hann segði tó, at tá Havnar Arbeiðsmannafelag hevði gjørt ein sáttmála, so plagdu teir at halda seg til hann og gav annars Ingeborg Vinther rætt, tá hon segði, at tað í flestu førum vóru arbeiðsgevararnir, ið brutu sáttmálan.
Karl Johansen sigur, at tað hava ikki verið nakrir trupulleikar av týdningi, og annars hava vit jú ein gerðarrætt, ið higartil hevur virkað bæði skjótt og gott.
? Men tað kann vera, at ein arbeiðsrættur er betri fyri arbeiðsgevararnar, og tí er uppskotið kanska komið fram, heldur Karl fyri.
Í sjálvdrátti
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur annars, at Bjørn á Heygum og Óli Breckman kunnu ikki vita, hvat landsstýrið ger, tí so seint sum í gjár fekk Havnar Arbeiðsmannafelag eitt bræv frá landsstýrinum, har lagt verður upp til at seta á stovn eina arbeiðsnevnd.
Henda arbeiðsnevnd skal arbeiða júst við málinum um ein arbeiðsrætt, og fyrsta stigið er at seta saman nevndina, sum skal hava umboð frá fakfeløgunum, arbeiðsgevarunum og landsstýrinum.
At so eitt uppskot verður lagt fram á ting um júst sama mál, og um júst somu tíð, sum landsstýrið ætlar at seta nevnd at viðgera málið, bert kann merkja tað, at teir báðir tingmenninir einki kenna til hetta arbeiðið í landsstýrinum og tískil arbeiða í sjálvdrátti.