Við tað, at Jørgin Niclasen, fiskimálaráðharri, í seinastu viku alment boðaði frá, at tað var umráðandi, at Føroyar fóru í holt við at fiska so nógvan svartkjaft sum gjørligt, fyri at »skaffa« Føroyum størri lut av samlaðu veiðuni, tá býti fór at verða fastsett í framtíðini, hevur felagið Nótaskip viðgjørt henda spurning og hevur hesar viðmerkingar.
Vit vita, at arbeiðsbólkurin undir NEAFC, sum arbeiðir við málinum um at regulera veiðuna eftir svartkjafti í bæði heima- og altjóðasjógvi, er komin langt við sínum arbeiði. Føroyingar, sum limir í hesum arbeiðsbólki, vita longu nú, hvussu hetta býti sannlíkt fer at síggja út fyri okkara viðkomandi framyvir. Tí heldur felagið tað vera sera óheppi, at fiskimálaráðharri okkara sendir signalir út, sum ikki er í samsvar við niðurstøðuna hjá arbeiðsbólkinum.
Støðan viðvíkjandi svartkjaftinum er sera álvarsom, og tað er sera umráðandi, at rætt verður farið fram nú. Tað hevur onga meining at geva nýggj loyvir til fiskiskap í altjóða sjógvi, samstundis sum vit í arbeiðsbólkinum mótmæla, at tað, sum er fiskað aftaná 1997, skal telja við yvirhøvur. Tað hevur heldur onga meining, at geva fleiri loyvir til at fiska av teirri kvotu uppá 62.000 tons, sum vit hava frá EU. Um vit taka hædd fyri teimum skipum, sum longu eru í gerð/umbúna, hevur nótaflotin nóg stóran kapacitet til at fiska alla hesa kvotu.
Felagið Nótaskip metir, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, um menn verða eggjaðir til at gera íløgur í skip til svartkjaftaveiðu. Tað er ikki sannlíkt, at tað verður nakar møguleiki at hava fleiri skip, enn tey, sum nótaflotin longu hevur í umbúna, tá endaliga heildarkvotan verður ásett. Skal verandi nótafloti umframt tey nýggju skipini hava nakran møguleika í framtíðini, mugu álítandi signalir koma úr fiskimálastýrinum og úr løgtinginum, hvønn fiskivinnupolitikk vit hava á hesum øki.
Eiler Jacobsen, formaður í
Felagið Nótaskip