Gerningsmaðurin hevur betri sømdir í Føroyum

Tað átti ikki at verið so, at tann skuldsetti kann sita og hoyra frágreiðingina hjá barninum, sum greiðir frá kynsliga áganginum, heldur politiið

Á ráðstevnuni vóru eisini Linda Margrethe Hesselberg, ákæri og Jens Jensen, kriminalpolitistur.
Tey greiddu frá mannagongdini, líka frá tí at eitt mál verður meldað, til málið møguliga kemur fyri rættin. Um tað kemur so langt.
Tey duldi ikki, at føroyska lógarverkið á økinum haltar.
Linda Margrethe Hesselberg segði, at hon ofta verður spurd, hvat tað skal til at melda siðamisbrot.
Tað snýr seg bæði um at royna at forða, at misgerðirnar halda fram, og at fáa staðfest, hvat hent er barninum, og um gerðin kann hava fingið týdning fyri barnið seinni í lívinum.
Hon segði eisini, at kynsligur ágangur móti børnunum eru sera trupul mál at kanna, eisini tí at tað er nakað heilt annað at avhoyra børn enn vaksin.
Vaksin greiða frá gongdini, meðan børnini siga frá í brotum.
Fyri at sleppa frá at avhoyra børn í rættarsali er komin ein skipan, so børnini verða avhoyrd í einum rúmi, og samrøðan verður tikin upp á video.

Útbúgvin í at avhoyra børn
Fýra føroyskir politistar hava fingið útbúgving í at gera slíkar avhoyringar.
Men eitt óheppið við føroysku lóggávuni er, at tann skuldsetti ella meldaði persónurin hevur rætt til at sita í einum høli við síðuna av og hoyra, hvat barnið sigur. Soleiðis er hvørki í Danmark ella í Íslandi.
Er barni so vaksið, at tað skilir hetta, kann tað gera, at barnið ikki vil tosa.
Annars er tað eisini torført fyri eitt barn at skula fortelja um slíkar upplivingar fyri einum fremmandum menniskja, sum politisturin er. Omaná tað er barnið kanska hótt við avleiðingum, um tað sigur søguna nakrastaðni.
Bæði Linda Margrethe Hesselberg og Jens Jensen løgdu dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at ikki onnur fólk fyrst fara at fáa barnið at greiða frá, áðrenn málið kemur til politiið. Tað kann ´virka frágreiðingina hjá barninum, og i ringasta føri kann ákæra ikki reisast, tí frágreiðingin, sum barnið seinni gevur politinum, ikki er nóg álítandi. Hon er litað av, at barnið longu er útspurt, søgdu tey.
Jens Jensen segði, at tá ið mál um kynsliga misnýtslu verða meldað, eru fólkini oftast í svárari kreppu. Ofta ringir onkur annar fyri tey, og tað hendir, at tey venda sær til onkran politist, sum tey kenna og kanska hava serligt álit á.

Í hvussu er til barnaverndina
Ofta verður spurt, um tað er rættari at fara til barnaverndina við einum máli um misnýtslu ella illgruna um misnýtslu.
Tað ber til at fara bæði støðini, men vilja fólk ikki fara til politiið, eiga tey í øllum førum at fara til barnaverndina.
Ofta kemur tað ikki fram, at eitt barn hevur verið misbrúkt kynsliga, fyrr enn fleiri ár eru gingin. Tá kann vera ógjørligt at fara í rættin við málinum, tí 10 ára fyrningarfreist er, eftir at barnið er fylt 18 ár.
Fleiri mál hevur politiið verið noytt at sleppa av tí orsøk. Tað kann gera fólk beisk, at málið verður slept, og tann meldaði onga revsing fær, men soleiðis er lógin einaferð, søgdu umboðini fyri politiið.
- Men eg havi tó ongantíð møtti fólki, at tey hava angrað, og ofta hava tey sagt, at tað hevur gjørt teimum væl at hava sagt, hvar var hent, segði Jens Jensen.
Tey mintu á, at politstar eins og øll onnur menniskju kunnu fara skeiv, og halda fólk ,at politiið í onkrum føri hevur handfarið eitt mál skeivt, skulu tey ikki bara góðtaka tað.
- Um so er, klagið politiið, eisini um tit fáa tað betri av tí, segði Linda Margrethe Hesselberg.
Tey hildu eins og onnur, at ynskiligt væl, um tað gekk skjótari at kanna slík mál.