Geva upp: Sea Shepherd megnar ikki at steðga japanum

Tøknin hjá japansku hvalabátunum er so framkomin, at Sea Shepherd ikki megnar at fylgja við

Tað er neyvan lættasta arbeiðið í verðini, tá japanskir hvalabátar veiða sildrekar í Suðuríshavinum, men í ár sleppa teir undan eini keðiligari avbjóðing. Sea Shepherd, ið seinastu árini hevur roynt at órógva og steðga hvalaveiðuna hjá japanum í Suðuríshavinum, hevur í ár boðað frá, at felagsskapurin fer at halda seg burtur frá Suðuríshavinum.


Orsøkin er einføld. Sambært bretska blaðnum the Guardian, so hava hvalabátarnir fingið so framkomna tøkni umborð, at Sea Shepherd ikki bara ikki megnar at steðga teimum, men klárar ikki eingongd at finna bátarnar. Tí hevur felagsskapin valt at geva skarvin yvir.


- Tey hava lagt so nógvar pengar og orku í ársins hvalaveiðu, at vit onga vón hava um at finna skipaflotan og steðga teimum. Hjá okkum snýr tað seg um ikki at oyðsla við okkara pengum og orku. Vit hava onnur stríð at stríðast, sigur Peter Hammarstedt, ein av skiparunum hjá Sea Shepherd.


Sambært Sea Shepherd, so hava japanskir hvalabátar fingið hernaðarliga tøkni, umframt at stjórnin hevur lýst virksemi, ið roynir at steðga hvalaveiðu, fyri yvirgang.


- Faktiskt kunna teir nær sum helst síggja hvar vit eru, meðan vit einans vita nøkulunda hvar teir eru. Hetta er alt ein partur av stóra peningastuðlinum, ið japanska stjórnin veitir hvalaveiðuni. Aftrat tí, so hevur stjórnin lýst tað sum yvirgang, um nakar bara kemur 500 upp at einum hvalabáti. Teir gera nógv fyri at steðga okkum, sigur Paul Watson, leiðari fyri Sea Shepherd, við the Guardian, og grundgevur fyri hví felagsskapurin gevur upp.


- Vit hava eina skyldu yvirfyri okkara stuðlum, at um vit ikki megna at leggja beinleiðis uppí, so gevur tað als onga meining at senda skip til økið.


Japanar veiða 333 sildrekar um árið.