Tað upplýsir Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari upp á ein skrivligan § 52a-fyrispurning frá Bjørt Lind, løgtingskvinnu.
Bjørt Lind spurdi millum annað, hvussu nógva undirvísing næmingarnir fáa, hvørjir skúlar hava fingið undirvísing, og um skipanin verður eftirmett.
Landsstýrismaðurin upplýsir, at tveir heilsufrøðingar hava arbeitt við seksualkunning á miðnámi síðani august 2024.
Miðað verður eftir, at allir næmingar í 1.g fáa tveir undirvísingarblokkar. Hvør blokkur fevnir um tveir undirvísingartímar á 45 minuttir, so tilsamans fáa næmingarnir fýra undirvísingartímar.
Undirvíst verður í evnum sum seksualiteti, kynslívi, fyribyrging, mørkum, porno, ymiskleika, seksuellum rættindum og samtykki.
Serbreytirnar hava fingið somu evni tillagað menningarstøði næminganna. Harumframt hava næmingar í 3.g skúlaárið 2025/2026 fingið serliga kunning um samtykki.
Sambært landsstýrismanninum er arbeiðið framt á øllum miðnámsskúlunum í Føroyum.
##med2##
Eisini hava næmingar á teimum ymisku serbreytunum fingið seksualundirvísing, umframt flokkar á Yrkisnámi í Klaksvík.
Í svarinum verður tó ikki upplýst, hvussu nógvir næmingar hava verið fevndir av undirvísingini á teimum einstøku skúlunum, hóast hetta var partur av spurninginum.
Bárður á Lakjuni upplýsir eisini, at GIGNI longu hevur gjørt fleiri eftirmetingar av skipanini skúlaárið 2024/2025.
Næmingarnir hava havt møguleika at meta um undirvísingina við egnum orðum, og sambært landsstýrismanninum hava nógv tey flestu givið sera jaligar afturmeldingar.
Eftirmeting verður framhaldandi gjørd saman við teimum báðum heilsufrøðingunum, og ætlanin er, at næmingarnir skulu eftirmeta undirvísingina hvørja ferð, hon er liðug. Úrslitini skulu brúkast til at tillaga undirvísingina.
Seksualundirvísingin verður skipað í tøttum samstarvi við leiðslurnar á miðnámsskúlunum, og heilsufrøðingarnir hava regluligt samskifti við bæði leiðslur og starvsfólk.
Ein sálarfrøðingur frá Sernámi við serkunnleika innan seksuella heilsu hevur eisini luttikið í pørtum av undirvísingini og givið fakliga eftirmeting.
Landsstýrismaðurin upplýsir at enda, at heilsufrøðingarnir í heyst fara til Noregs at førleikamenna seg og ogna sær nýggjastu vitanina innan økið.











