NSÍ styrkir av álvara um miðvøllin

Fyrrverandi HB miðvallarin Sammy Skytte hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum

NSÍ er topplið í Meistaradeildini, og nú hevur NSÍ av álvara styrkt seg í kappingini um at vinna FM.

 

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

 

NSÍ styrkt seg til restina av kappingárinum

 

NSÍ hevur skrivað sáttmála við 29 ára gamla danan Sammy Skytte, sum verður partur av hópinum restina av hesum kappingarárinum.

 

Sammy er ein kendur spælari í føroyskum fótbólti, tí hann spældi tvey kappingarár við HB. Talan er um kappingarárini 2024 og 2025. Í tíðini hjá teimum reyðu og svørtu náddi hann at spæla 49 dystir og skora 16 mál.

 

Áðrenn Sammy kom til Føroyar at spæla, umboðaði hann feløg sum Silkeborg IF (DK), FC Midtjylland (DK), AC Horsens (DK), Stabæk (NO), Bodø/Glimt (NO) og Concordia (RUM). Síðani Sammy fór úr HB, hevur hann leikt við FA Siauliai í bestu deildini í Litava.

 

Sammy er ein stórur, sterkur og fjølbroyttur leikari. Hann er góður í nærdystum, hevur góðar førleikar í luftspælinum, og so hevur hann góðan bóltførleika við báðum beinum. Sammy er ein klókur spælari, sum lesur spælið væl, og hann kann geva liðnum bæði orku og kvalitet á miðvøllinum.

 

NSÍ fegnast um at hava fingið Sammy Skytte í hópin, og honum verður ynskt alt tað besta í hinum kenda gula og svarta búnanum.

 

Vælkomin til NSÍ, Sammy!

 

Saman standa vit sterk!, skrivar NSÍ í kvøld