Vísindasiðseminevndin vald av nýggjum

Vísindasiðseminevndin er nú vald av nýggjum fyri komandi fýra árini. Á fyrsta fundinum heilsaði nevndin upp á Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.

"Vísindasiðseminevndin hevur eina týdningarmikla uppgávu í at tryggja álitið á heilsugransking í Føroyum. Tað er avgerandi, at gransking verður framd á einum tryggum og ábyrgdarfullum grundarlagi, har menniskjað altíð er í miðdeplinum.", sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna. 

 

Nýggja Vísindasiðseminevndin er mannað soleiðis: 

 

  •     Eina Hansen Eliasen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, ph.d., námslektari
  •     Hilmar Augustinussen, limur í Sjúklingaráðnum og varalimur í Alzheimerfelagnum undir MEGD
  •     Marjun A. Lómaklett, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi og integratiónsprestur
  •     Marner Fríðheim Kristiansen, lækni, ph.d. og høvuðsútbúgvingarlækni í arbeiðsmedicin
  •     Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, leiðari á Nánd
  •     Sólja í Ólavstovu, løgfrøðingur, við drúgvum royndum úr føroysku og grønlendsku umsitingini
  •     Torkil á Steig, yvirlækni, serlækni í nefrologi 

 

Nevndin hevur skipað seg við Marner Fríðheim Kristiansen sum forfólki og Poulu Reinert Petersen sum næstforfólki. 

 

Harumframt eru hesi vald sum varalimir: 

 

  •     Anna Borg Dahl, løgfrøðingur
  •     Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum, fyrrverandi formaður í Krabbameinsfelagnum
  •     Niclas Eysturoy, yvirlækni, ph.d., serlækni í ortopedi
  •     Tórunn Højgaard Ósá, sjúkrarøktarfrøðingur, námslektari í sjúkrarøktarfrøði og ph.d. 

 

Landsstýriskvinnan og Heilsu- og orkumálaráðið takka samstundis Gunnhild Helmsdal, Kára Purkhús og Jóhannu Petersen fyri teirra arbeiði í Vísindasiðseminevndini. Tey halda ikki fram í nevndini.

 

##med2##

##med3##

##med4##