Lægri skattaprosent og hægri inntøku

Býráðið í Vága Kommunu hevur einmælt samtykt ársroknskapin fyri 2025

Á býráðsfundi týskvøldið 30. juni samtykti býráðið einmælt ársroknskapin fyri 2025.

Roknskapurin vísir, at Vága kommuna hevði eina framhaldandi góða fíggjarliga gongd í 2025. Inntøkurnar frá skatti og avgjøldum vóru hægri enn árið fyri, samstundis sum skuldin minkaði, og kommunan helt fram við at gera íløgur í menning og at styrkja kommunalar tænastur. Roknskapurin vísir samstundis, at tað hevur eydnast at sameina ein áhaldandi útbygging og menning av kommununi við einari ábyrgdarfullari fíggjarstýring.

Skattir og avgjøld hjá kommununi vóru 145,5 mió. kr. í 2025, samanborið við 139,6 mió. kr. í 2024. Tað svarar til ein vøkstur á nærum 6 mió. kr., hóast skattaprosentið frá 1. januar 2025 varð lækkað úr 21,5% niður í 21,25%. Hetta staðfestir, at virksemið í kommununi framvegis er vaksandi, og at skattagrundarlagið hevur ment seg jaliga.

Rakstrarútreiðslurnar fyri 2025 vóru tilsamans 121,4 mió. kr., meðan rakstraravlopið áðrenn íløgur var 24,1 mió. kr. Rakstraravlopið var nakað hægri enn í 2024, tá tað var 23,6 mió. kr. Hetta gevur kommununi eitt gott grundarlag at halda fram við teimum íløgum og átøkum, sum eru neyðug fyri at menna kommununa.

Nettoíløgurnar í 2025 vóru 16,4 mió. kr. Íløgurnar eru gjørdar á fleiri økjum í kommununi, millum annað innan tekniska økið, bústaðarøkið, kommunalar bygningar og aðrar kommunalar verkætlanir. Íløgurnar eru liður í eini miðvísari ætlan um at menna kommununa og skapa góðar karmar um búseting, trivnað og tænastur til borgararnar.

Samanumtikið vísir roknskapurin eitt avlop á 7,7 mió.kr, samstundis sum nettoskuldin minkar úr 64,6 mió.kr. niður í 56,9 mió.kr. svarandi til 0,38 álíkningar.

– Roknskapurin fyri 2025 vísir, at býráðið førir ein skynsaman og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og at fíggjarstøðan í dag er góð. Samstundis sum skuldin minkar, hevur kommunan megnað at hildið fram við neyðugum íløgum og at menna tænastur, sum verða veittar borgarum.  Sterki raksturin saman við fallandi skuldini, gevur eitt gott grundarlag undir víðari menning av kommununi, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.