Vejle BK hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Gilla Rólantsson. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.
Gilli Rólantsson hevur seinasta hálva árið spælt við TB. Undan tí spældi hann við Odd í Norra og leitaði eftir onkrum uttanfyri norðurlond, men tað endaði við einum skifti til barndómsfelagið TB. 30 ára gamli landsliðsspælarin gleðir seg nú at sleppa í gongd.
- Eg eri errin og takksamur fyri møguleikan at sleppa til Vejle BK. Hetta er eitt felag við sterkari siðvenju og eini passión fyri fótbóltinum. Eg klári næstan ikki at bíða við at sleppa í gongd, sigur Gilli Rólantsson við heimasíðuna hjá Vejle BK.
Gilli Rólantsson hevur gjørt ein eitt ára sáttmála og byrjar at venja í dag.