Gilli og AaB vunnu greipuna

AaB vann í kvøld 4-2 á FCK í donsku steypafinaluni

Gilli Sørensen og AaB hava vunnið bæði danska meistaraheitið og donsku steypakappingina. Gilli var ikki í hópinum til dystin í dag, men hevur spælt í steypakappingini fyrr í ár.

Les eisini: Gilli og AaB danskir meistarar

Tað var annars FCK, sum kom á odda frammanfyri yvir 27.000 áskoðarum í Parkini. Steypahetjan fyri AaB var sterki miðverjin, Rasmus Thelander, sum skoraði tvær ferðir eftir deyðbóltar.

Les eisini: Gilli ikki við

Í seinna hálvleiki øktu Jakob Ahlmann og Søren Frederiksen til 4-1, áðrenn Rurik Gislason minkaði um munin til endaliga úrslitið 4-2.

Gilli Sørensen skifti í vetur frá B36 til AaB. Hann er uppvaksin í TB og hevur spælt í skotska Aberdeen. Hann hevur verið liðskipari á U21 landsliðnum, men hevur í seinastuni spælt á A-landsliðnum.