Um tað er eftirfarandi, sum teir í HB húsinum sjálvir siga – og hví skuldi tað ikki tað – so kom tað púra óvart á, tá ið tað í fjør endaði við gullkrónum, FM steypi og atgongumerkjum til europeisku meistarakappingina.
Tað varð roknað við millumári, har vónin um heiðursmerkir livdi, men fyri einum ári síðani vóru signalini, at tað fór at verða at liva við, um toppurin ikki varð náddur. Tað ráddi fyrst og fremst um hjá nýggja venjaranum, Krzystof Popczynski, at leggja lunnar undir nýtt stórlið.
Á síðsta leikdegi vann HB FM, og nú er, sum tað plagar at verða tikið til í politikkinum, talan um nýggja støðu. Áðrenn tað var greitt, at HB varð meistari, høvdu teir tryggjað sær uppaftur betri fyritreytir undan nýggja kappingarárinum.
Marcin Dawid, sum bæði í Gøtu og í Vági hevur víst seg sum fínan málverja, er nýggjur millum stólparnar. Milan Kuljic, sum ikki slapp til Føroyar og HB í fjør, er nýggjur á miðvøllinum. Í fleiril ár vísti hann seg í Vági at vera ein av allar bestu spælskiparunum. Og so er Christian Høgni Jacobsen, sum var liðformaður hjá NSÍ og toppskjútti í Formuladeildini í fjør, nýggjur álopsspælari.
Stjørnurnar sum lið
Sammett við teir, sum eru givnir í HB, eiga nýggju menninir avgjørt at vera við til at styrkja um liðið, og HB má roknast sum so greiður FM favorittur, sum teir sjáldan hava verið áður.
Takið er at fáa stjørnuspælararnar - fimm svartir og reyðir vóru í landsliðshópinum til tveir EM undankappingardystirnar í hesum mánaðinum og seks luttaka í U21 landsliðsvenjingini – at funka sum meistaralið. Alt talar fyri, at tað skal eydnast, men tað er ikki altíð, at bestu spælararnir mynda besta liðið. Tað ræður um at blanda royndu og ungu menninar, og tað ræður um at fáa stjørnurnar og arbeiðsmenninar at finna rætta arbeiðsbýtið.
Í venjingardystunum hevur Popczynski roynt fleiri uppstillingar. Ein av spurningunum er, hvør skal manna vinstra vongverjaplássið, sum er tómt eftir liðformannin í fjør, Janus M. Joensen. Ein annar spurningur er, um og hvussu rúm skal verða fyri framrættaðu profilunum Christian Høgna Jacobsen, Jákup á Borg, Tór-Ingar Akselsen, Rógva Jacobsen, Páll M. Joensen og Róki av Fløtum Jespersen, og um tað verður pláss í miðverjuni fyri unga Poul Thomas Dam, sum kappast við Vagn Mohr Mortensen og Rasmus Nolsøe.
Um tað eydnast at finna røttu javnvágina, verða gimsteinarnir í HB upplagt gulllið. Um arbeiðsmenninir verða og fáir og stjørnurnar ov nógvar, fer tað heilt víst ofta at hilnast væl í góðveðri í Gundadali, meðan tað – sum so ofta áður – verður meiri strevið á bygd.