Giza Hoyvík hevur leingi ligið tungt í sjónum í næstbestu deildini. Nú eru tað okkurt, sum bendir á, at liðið í Hoyvík av álvara er farið undir bjargingarroynd.
Síðsta leygardag varð KÍ, sum inntil tá hevði verið topplið, sent norður til Klaksvíkar við 3-0 tapi.
Í dag var Giza Hoyvík á Sandi. Heimaliðið legði seg í fyrra hálvleiki framum 2-0, men gestirnir svaraðu aftur í seinna hálvleiki, og tað var ikki við mýkindum.
Tá ið vanliga leiktíðin var farin og tveir minuttir av tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, legði innskifti Hugin á Borg Ferber Giza Hoyvík framum 3-2. Tað var ikki hissini mál, tí hann sendi eitt sindur úr vinstru og úr 25 metrum bóltin upp í handara málhornið.
So noyddist heimaliðið at spenna álopsbogan í botn, og tá var tað, at Hugin á Borg Ferber legði upp til 4-2 málið, sum Tór av Skarði skoraði.
Sverri Dalsgaard og Clayton Soares løgdu í fyrra hálvleiki B71 framum 2-0. Beinanvegin eftir steðgin minkaði Niklas F. Jacobsen um munin. Tróndur Arge javnaði til 2-2, og so var tað, at Hugin á Borg Ferber, sum í 68. minutti avloysti Ahmed Keita, av álvara gjørdi hol í sjógvin.
Giza Hoyvík hevur 20 stig og er framvegis næstaftast. Tað eru fimm stig fram til B71 og tvey stig fram til Skála, sum í dag eigur heimavøll ímóti HB.