Ógjørligt hjá borgarstjóranum at virka

 Eg tími ikki áhaldandi at arbeiða fulla tíð, tá lønin kortini bara er hálva tíð. Framyvir haldi eg meg til ásetingarnar, hóast hetta merkir eina munandi verri tænastu til borgaran

Borgarstjórar

Hjá fleiri miðastórum kommunum er tað ein afturvendandi spurningur, hvussu lønar- og setanarviðurskifti hjá borgarstjóranum skulu vera.
Sambært lógarverkinum, so skulu borgarstjórarnir í miðalstóru kommununum setast í antin hálvtíðar- ella fulltíðarlønt starv. Eingin millumvegur er millum hesi, og tað kann geva trupulleikar, tá ein hóskandi lønarlega skal finnast.

Segði starv frá sær
Ein av teimum borgarstjórunum, sum kennir hetta sum ein trupulleika, er Napoleon Magnussen í Miðvági. Hann hevur verið borgarstjóri seinastu 16 mánaðirnar, men hetta hevur ikki á nakran hátt verið undir nøktandi umstøðum.
 Eg hevði eitt borgarligt starv, tá eg tók við sum borgarstjóri. Men hetta mátti eg leggja frá mær, tí eg kendi meg als ikki hava tíð ella umstøður at røkja báðar sessirnar, sigur hann.
Síðani hevur hann á tveimum fundum reist spurningin, hvørt borgarstjórin í Miðvági skal setast í fulla tíð, men hvørga ferðina hevur bygdarráðið gingið hesum ynskinum á møti. Og nú staðfestir borgarstjórin, at hann ikki vil halda fram á sama hátt undir verandi umstøðum.
 Eg havi - kanska tíverri - ikki ført tímaseðlar yvir mínar arbeiðsvikur. Men eg eri so púrasta vísur í, at hvør tann einasta av hesum hevur verið oman fyri tað, sum vanliga verður normerað sum full tíð.
 Í byrjanini kundi entusiasman sjálvandi bera verkið, men í longdini sigur tað seg sjálvt, at hetta eru ótolandi arbeiðsumstøður.
Og Napoleon leggur afturat, at hann ikki vil koma til bygdarráðið á triða sinni við ynski um hægri setanartíð.
 Tað havi eg sagt, at eg ikki geri. Eg havi eisini sagt við hinar limirnar í bygdarráðnum, at er nakað ynski um hetta, so má uppskotið koma frá onkrum teirra.

Fer í hálva tíð
Tað hevur ljóðað, at borgarstjórin hevur gingið við ætlanum um at leggja frá sær, um ynskið um fulltíðar starvssetan ikki verður gingið á møti. Men hetta er kanska at taka dekan ov rívan til, heldur Napoleon sjálvur.
 Men eg má siga, sum er, at eg umhugsi støðuna. Ein borgarstjóri situr jú fyri endan av línuni. Tað hevur eina stóra ábyrgd við sær, og hartil skal eg helst eisini altíð vera tøkur hjá borgarunum. Men við verandi lønarkarmi sigur tað sjálvt, at tað er mest sum ógjørligt at røkja hesar skyldur til fulnar.
 Tí havi eg gjørt upp við meg sjálvan, at eg nú fari at arbeiða eftir lógini, um eg so má siga. Altso at eg fari at halda meg til ásetingarnar, sum staðfesta, at eg bara skal arbeiða hálva tíð. Tað fer so helst at hava eina verri tænastu til borgaran við sær, men eg síggi meg ikki føran fyri áhaldandi at arbeiða á sama hátt undir verandi umstøðum.