Gjørt arbeiðið til lítar!

Fyri stuttum vóru tíðindi borin í útvarpinum, at Tórshavnar kommuna hevði latið gera eina nøgdsemiskanning á ávísum stovnum kommununnar, og har varð staðfest, at arbeiðsúrslitið hjá starvsfólkum við pedagogiskari ábyrgd var nøktandi

Trivnaðurin á stovnunum var góður, og bæði arbeiðsfólk og brúkarar trivust sera væl!
So skuldi alt verið í lagi!!
Men nei. Tíðindamaðurin vendi sær til formannin í pedagogfelagnum, fyri at tosa, og væl rósa limum hansara fyri úrslitið.
Formaðurin kundi vegna limir sínar tí staðfesta, at tey høvdu uppiborið nógv betri løn. Samfelagið skuldi sjálvsagt gjalda meir fyri eina betri tænastu!! Og tí mátti verandi sáttmáli broytast, har tað snýr seg um lønirnar.
Eg siti og bíði eftir, nær tíðindamaðurin spyr nærri, hvat formaðurin heldur um verandi lønarsáttmála. Men haðan kom sjálvandi onki!
Tá pedagogarnir nú skulu fara upp í løn, hóast støðuna í samfelagnum, tí teir gera eitt so gott arbeiði, sum omanfyri nevnda kanning vísir, skal tað meðni skiljast soleiðis, at lønin, ið hesi fáa í løtuni, er fyri eitt vánaligt arbeiði???
Kemur ongastaðni skil á millum gerð og orð?