Gjørdi vitni ónáðir

Ein maður varð í farnu viku dømdur fyri at hava tikið myndir og ljóð upp í Føroya rætti, umframt at hava gjørt einum vitni ónáðir.

Tað var í samband við sonevnda Piddamálið, at maðurin, sum var áhoyrari undir rættarmálinum, valdi at taka nakrar myndir av tí, hann sá, umframt at taka ljóð upp av tí, sum varð sagt. Maðurin tók millum annað myndir av nevningunum í nevningatinginum. Tað er tó bannað at gera upptøkur inni í dómhúsinum og hann varð tí ákærdur og nú eisini dømdur.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, segði í framløgu síni, at tað er týdningarmikið, at nevningar vera vardir, tá teir gera sína tænastu. Hóast rættarfundurin er almennur og ein og hvør sostatt kann møta á fundi og síggja, hvørjir nevningarnir eur, so merkir tað ikki, at tað er í lagi, at myndir verða tiknar av teimum. Maðurin hevði eisini sent myndirnar til ein miðil í høvuðsstaðnum, og ákærin metti, at ætlanin var heilt víst, at miðilin skuldi almannakunngera myndirnar.

 

Maðurin hevur eftir øllum at døma ikki verið samdur við tað, sum varð ført fram í rættinum í nevnda máli, og hevur í tíðini síðani rættarmálið fleiri ferðir ringt og skrivað til ein mann, sum varð nýttur sum serkunnugt vitni í málinum.

 

Dømdi maðurin vildi vera við, at vitni ikki hevði boða rættinum frá øllum sannleikanum, og maðurin hevur, eftir ákærans tykki, verið so óhøviskur og ófólkaligur, at hann varð ákærdur fyri at gera einum vitni ónáðir.

 

Grundgevingin er hin sama. Eins og nevningar, so mugu vitni eisini verjast. Tey mugu vera trygg, at tað, tey siga á rættarfundum ikki skal fylgja teimum, tá tey stíga úr vitniboksini aftur.

 

Umframt hetta, var maðurin dømdur fyri fleiri brot á vápnalógina. Les meiri um málið í Sosialinum, sum kom út í gjárkvøldið.

 

Maðurin fekk ein treytaðan dóm í tríggjar mánaðir og skal harumframt rinda sakarmálskostnaðin.