Oljan er farin føroyskum bygdarráðslimum í blóðið.
Fleiri og fleiri kommunur gera vart við umstøðurnar í kommununum í sambandi við eina møguliga oljuvinnu og nú hevur eisini Vestmanna kommuna sníkt seg upp ítann flokkin.
Fyri nøkrum árum síðan setti bygdarráðið í Vestmanna eina oljunevnd við einum umboðið úr bygdarráðnum og trimum úr vinnulívinum í Vestmanna.
Men oljunevndin í Vestmanna hevur verið lítið úti um seg fyrstu árini.
Tá nýggj nevnd var vald í fjør fóru teir undir eitt nýtt framtak, fyri at gera vart við Vestmanna.
Gjørt vakran faldara
Teir settu seg í samband við GrafikStovuna við Martini Joensen og fingu hann at gera ein faldara við myndum og upplýsingum úr og um Vestmanna.
Jóhan Hendrik Hansen, er formaður í oljunevndini í Vestmanna.
? Ætlanin við hesum er heilt einfalt at gera vart við umstøðurnar hjá okkum her í Vestmanna.
? Vit hava ein frálíkan fjørð og vit hava eina góða havn. Umframt bryggjuna so hava vit ein »pier« sum er trýhundrað metrar langur. Har eru frálíka góðir útbyggingarmøguleikar. Vit kunnu til dømis uttan alt ov stórar íløgur gera eina atløgubryggju har dýpdin er millum 10 og 18 metur.
? Afturat tí hava vit so møguleika at gera eina atløgubryggju har sum grótbrótið er og har er dýpdin eisini 18 metrar, so umstøðurnar og útbyggingarmøguleikarnir eru sera góðir.
Ikki bara olja
Men faldarin er ikki bara ætlaður oljuvinnuni.
Ætlanin er at senda faldarin út til ferðavinnufeløg og til reiðarí hjá fiskiskipum.
Men hvat hava vestmenningar at bjóða ferðafólkunum. Eru umstøðurnar í bygdini nóg góðar til tað?
? Tað er einki at ivast í at umstøðurnar í Vestmanna eru framúr góðar. Hugsa tær tá skipini koma til Havnar. Tá liggja tey úti á reduni og ferðafólkini verða send víðari eitt nú til Kirkjubøar og onnur støð nær Havnini. Tey fægstu ganga bara runt í Havn.
? Her norði eru umstøðurnar minst líka góðar um ikki betri. Hiðani sleppa ferðafólk runt í náttúruni kring Vestmanna. Eitt nú kunnu tey fara undir Vestmannabjørgini ella tey kunnu fara gongutúrar norðeftir
Einki tilknýti til Vinnulívsfelagið
Hóast faldarin hjá Vestmanna kommunu kemur út samstundis sum vestmenningar og kvívíkingar hava stovnað vinnulívsfelag, so hava tey einki við hvørt annað at gera - í hvussu er ikki beinleiðis.
? Oljunevndin var farin undir hetta tiltakið við faldaranum langt áðrenn Vinnulívsfelagið var komið upp á tal, men tað sigur seg sjálvt, at tá nú faldarin er gjørdur, so skal hann eisini brúkast í tí sambandinum.
? Endamálið er at økja um áhugan fyri økinum og á tann hátt at økja um virksemi í Vestmanna, sigur Jóhan Hendrik Hansen, formaður í oljunevndini í Vestmanna í stuttum viðtali við Sosialin