Í góðveðrinum við Løkina í Runavík handar borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen nú steyp eftir landskappingardystin og steypadystin millum NSÍ og AB.
NSÍ vann 3-0.
Klæmint A. Olsen setti hol á, eftir at Salmundur Bech hevði spælt hann leysan. Salmundur var ein av fleiri, sum í kvøld fekk møguleikan, sum hann hevur bíðað eftir.
-Tað er stutt millum dystirnar, og tað er nú, tá ið tað er stutt millum dystirnar, at tað er týdningarmikið at geva øllum teimum møguleikan at spæla, sum eru við í kappingini um plássini, sigur NSÍ venjarin Glenn Ståhl.
Umframt Salmund Bech vóru aðrir nýggir menn á liðnum. Eitt nú Karstin Hansen, sum avloysti Tórð Thomsen, sum er smáskaddur eftir stóra avrikið í Klaksvík.
-Eg var sera illa nøgdur við, at Salmundur Bech fekk loyvi til so at siga at ganga framvið fleiri av okkara, áðrenn hann eftir tríggjar minuttir legði innfyri til Klæmint. Hetta var syndarlig byrjan og stór bjarnatænasta hjá okkara monnum.
Bárður J. Hansen økti um NSÍ leiðsluna miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Aftur var tað eftir innlegg úr vinstru, sum Jann Benjaminsen legði innfyri.
-Vit høvdu Jónas Stenberg á liðnum, hóast hann ikki er komin so langt í venjingini. Tá ið havt verður í huga, hvussu lítið hann hevur vant, so stóð hann seg væl. Í steðginum tosaðu vit um, at hetta var ikki liðugt, og tað vóru spælararnir eisini við uppá. Tíverri vóru vit ikki nóg kyniskir, tá ið vit í góðum snarálopum ov ofta runnu okkum í rangstøðu, tá ið møguleikin var góður, sigur AB venjarin Símun Samuelsen.
Glenn Ståhl ásannar, at hann ikki kendi seg tryggan, fyrr enn tríggjar minuttir undan leikloki, tá ið Petur Knudsen eftir sending frá innskifta Búi Egillssoni økti til 3-0.
-Vit vóru ov lítið grammir í seinna hálvleiki, og álopsspælið gekk ikki nóg skjótt. Vit tosaðu í steðginum um, at tað var týdningarmikið, at vit einki mál fingu ímóti okkum, og tað eydnaðist, sigur Glenn Ståhl.
AB venjarin hevur gott mót:
-Vit flyta okkum rætta vegin, og avrikið í kvøld bar boð um, at tað gongur rætta vegin, sigur AB venjarin Símun Samuelsen.
NSÍ – AB 3-0 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 4.
2-0: Bárður J. Hansen 23.
3-0: Petur Knudsen 87.
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Oddur Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Bárður J. Hansen (Búi Egilsson, 74.) – Jann Benjaminsen, Betuel Hansen, Aron Knudsen, Salmundur Bech (Mórits Heini Mortensen, 78.) – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen (Steffan Løkin, 74.)
Gult kort: Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen
Venjari: Glenn Ståhl
AB: Silas Eyðsteinsson – Jónas Stenberg (Janus Svabo Samuelsen, 60.), Tróndur J. á Høvdanum, Sørin Samuelsen, Ásbjørn Heðinsson – Tóki á Lofti (Ragnar Rasmussen, 81.), Bjarni Skála, Bartal S. Petersen, Bjarki C. Nielsen – Jasper Van Der Heiyden, Adeshina Lawal (Jón Krosslá Poulsen, 70.)
Gult kort: eingin
Venjari: Símun Samuelsen