Hansa M. Glerfoss, skúlastjóri við Sandoyar Meginskúla, hevur verið í Murmansk í Ruslandi og hildið nýggjár. Hon hevur eina russiska hjartavinkonu, Iouliu Timochkova, sum kom til Føroyar at arbeiða í 2002.
Á hesi ferðini hevur Hans M. Glerfoss upplivað ein heilan hóp, og hon hevur eisini upplivað, at kuldin var heilt niðri á minus 30 stigum, og tað var ikki lukkuligt, sigur hon.
Á ferðini í Murmansk, vitjaði hon eisini sonevnda ísbýin í Kirovsk, sum er opin frá umleið oktober til apríl - ella so leingi, sum kavi liggur. Ísbýurin er ein attraktión fyri eitt nú russar, eysturevropear og asiatar.
- Eg havi skilt, at tað er eitt veksandi tal av asiatum, sum vitja Murmansk Oblast, ið er heitið økinum á Kolahálvoynni, sum hevur høvuðstøð í Murmansk.
Hon sigur, at Kirovsk, har ísbýurin er, liggur í hálendinum í Murmansk Oblast, stívliga 200 kilometrar í ein landsynning úr Murmansk.
- Tað tók slakar tríggjar tímar at koyra úr Murmansk til Kirovsk. Tað var hált, og bilførarin skal vera glaður fyri, at eg ikki kendi hann so væl.
Hansa M. Glerfoss sigur, at hon sat við hjartanum uppi í hálsinum og neyðhelt sær av bangilsi, tí bilførarin eftir hennara tykki koyrdi so skjótt.
- Kendi eg hann betri, hevði hann fingið av grovfíluni, leggur hon brosandi aftrat.
Hansa M. Glerfoss sigur, at ísbýurin í Kirovsk avgjørt var eina vitjan verdur, og uppi í konseptinum var bæði skíðbreyt og skreiðibreyt, har fólk - bæði vaksin og børn - hugnaðu sær.