Góð hagaráð frá Hagafelagnum

Nú vit eru í bestu hásummartíð, leita nógvir føroyingar - ung sum gomul - út í náttúruna. Út at njóta vakurleikan, frísku luftina, fjøllini, fuglarnar og at kenna friðin. Alt hetta, sum er so gott fyri kropp og sinn.

Hagafelagið hevur nú gjørt nøkur góð hagaráð fyri føroyingar at ferðast trygt og virðiliga í haganum. Ráðini snúgva seg um trygd og at vísa fyrilit fyri náttúruni. Endamálið er at vegleiða fólk um góðar vanar og atburð, tá ið farið verður út í hagan.

 

Hagaráðini eru hesi:

 

  • Kanna veðurforsøgnina og sig øðrum, hvar tú fert. Hav eina plan B, um veðrið versnar, ella vend aftur.
  • Vel túr eftir førleika. Gakk ikki longri ella hægri, enn tú megnar og hav hóskandi steðgir.
  • Brúka gangiskógvar/-stivlar við góðum sporum.
  • Hav vatn, mat/søtt, húgvu, hóskandi klæði og lødda fartelefon við. Til langar túrar er best at hava eyka klæði og orkubanka við.
  • Fylg leiðum og merkingum – har hesar eru tøkar. Fá tær kort-app á fartelefonina til at finna og gera slóð.
  • Lat hagaportur aftur eftir tær og far væl um hegn.
  • Tak alt rusk við tær aftur og savna, um tú finnur nakað.
  • Lat seyð, fugl og plantur fáa frið. Vís fyrilit fyri virkseminum í haganum.
  • Far ikki ov nær brøttum homrum ella út á eggina.

 

Umframt góða hjálp frá royndum fjallafólkum í Føroyum hevur Hagafelagið eisini leitað sær íblástur til hagaráðini í grannalondunum, har vegleiðingar til fólk at ferðast skynsamt í náttúruni eru vanligar. Mest kendar eru helst Fjellvettreglerne í Noregi, har sterk siðvenja er fyri at leita sær út í náttúruna.

 

Hagafelagið vónar at fólk taka væl undir við hagaráðunum og ynskir øllum eitt gott summar.