Góð veðurforsøgn: Sól og upp í 18 stig

Veðrið sær út til at verða av tí besta í Føroyum í dag, og í summum økjum kann hitin koma heilt upp á 18 stig.

Veðurstovan sigur, at tað verður lítið lot, fyrst av vestri og út á seinnapartin av norðri, minni enn 5 metrar um sekundið.

Í dag verður fyri tað mesta klárt ella smáskýggjað. Tó kunnu vera skýggjað øki, mjørkaflókar og tám summastaðni.

Hitin verður millum 12 og 14 stig, men í støðum kann hann koma heilt upp á 18 stig.

Í nátt verður framvegis turt, og hitin fer niður millum 8 og 12 stig.

Veðurútlitini eru serliga góð hjá teimum mongu, sum leita sær á G! Festival í Gøtu, har tað bendir á sama veðrið í morgin eisini.