Hóast tað mest verður tosað um olju á Atlantsmótinum, so er tað ein sannroynd, at útlitini fyri at finna gass í undirgrundini heldur enn olju eru stór. Hetta er í hvussu er tað, sum nógvir jarðfrøðingar halda - og vísa eisini fleiri av fundunum, sum longu eru gjørd vestan fyri Hetland, at har er nógv gass.
Ein orsøk til at oljufeløgini heldur ynskja at finna olju heldur enn gass er tann, at tað í dag er lættari at fáa oljuna til høldar enn gassið. Eitt nú er eingin infrastrukturur í økinum. Kortini verður mett, at júst gass fer at fáa størri og størri týdning fyri at nøkta orkutørvin í framtíðini.
Tey trý oljufeløgini, Texaco, Conoco og Total hava júst gjørt eina avtalu, sum verður nevnd ?Aurora verkætlanin³. Ætlanin er at kanna møguleikarnar fyri at savna, flyta og framleiða gass frá møguligum keldum á Atlantsmótinum.
Kanningarstjórin hjá Texaco, Elliott Dubisson sigur við blaðið ?Agenda³, at her er talan um eina rættiliga stóra og spennandi avbjóðing. -Vit vita longu um stórar gasskeldur, men tað finst eingin infratrukturur til at flyta gassið til marknaðin. Vit ætla so í felag at gera eina ætlan, sum skal kunna bera í sær, at ein infrastrukturur verður gjørdar í hesum økinum.
Møguleikarnir, sum nú verða kannaðir, eru at leggja eina rørleiðing á havbotninum, sum tær ymsu gasskeldurnar so kunnu binda í. Henda leiðing kann so ganga til antin Hetland, Orknoyggjar ella til Caitness á skotska meginlandinum ella knýta í onkra av verandi móttøkustøðunum í Skotlandi.
Síðani kann viðgjørda gassið fara víðari til kundarnar í Bretlandi og møguliga eisini Europa gjøgnum verandi gassleiðingar.
Agenda skrivar, at gongur alt sum ætlað, so kann nýggi infrastruktururin verða klárur í ár 2002.
Stórur áhugi
Stórur áhugi er fyri Auroraverkætlanini. Eitt væntar bretska handils- og ídnaðarmálaráðið DTI sær nógv av projektinum. Tað verður mett at hava stóran týdning fyri Bretland, sum ynskir at varðveita støðu sína sum ein týðandi framleiðari av olju og gassi.
Til í dag hevur olju- og gassídnaðurin latið meira enn 1400 milliardir krónur í skatti og royalties til bretska landskassan. Vinnan hevur meira enn 330.000 fólk í arbeiði skrivar Agenda.
-Aurora-verkætlanin kann vera við til at skapa heilt nýggjar møguleikar fyri hesa vinnuna og ikki minst møguleikar fyri alt økið. Lokalir myndugleikar seta stórar vónir til projektið, sum eisini kann hava við sær, at smærri gasskeldur, sum í dag ikki verða mettar lønandi, kunnu gerast lønandi í framtíðini sigur Elliott Dubuisson við Agenda.
Øll tey trý oljufeløgini, sum eru við í hesi verkætlanin eru virkin í leitingini eftir bæði olju og gass á Atlantsmótinum. Texaco og Conoco hava so eisini stóran áhuga fyri Føroyaøkinum.
Tey trý feløgini hava gjørt av at kunna onnur oljufeløg, sum arbeiða í økinum, DTI og aðrar myndugleikar um tað, sum hendir í projektinum.
Hóast tað sær lovandi út, so ávarar kanningarleiðarin um ikki at hava ov stórar vónir longu nú, tí eitt stórt arbeiði liggur fyri framman. M.a. er tað av stórum týdningi, at leitingin heldur fram, soleiðis at tað kunnu verða funnin fleiri gassfelt.
Eingin ivi er um, at verður henda ætlanin veruleiki, so fer hon eisini at fáa stóran týdning fyri eina framtíðar føroyska oljuvinnu. At tað finst ein infrastrukturur í økinum nærhendis er av alstórum týdningi fyri komandi fund á føroyska landgrunninum og her ikki minst gassfund.