Góðu føroyingar góðu norðoyingar

Sum valevni Sjálvstýrisfloksins í Norðoyggjum vil eg peika á nøkur týðandi mál, ið eg vil virka fyri, um tit velja meg sum tykkara umboð á tingi.

Familjan

Kjarnan í samfelagnum er familjan. Um vit verja og lívga familjuna, vil samfelagið mennast og trívast.

Familjan spennir vítt, frá barninum til ellisár, ímillum hetta spennið av tíð eru tú og eg ? VIT BYGGJA HETTA LAND.


Børnini

Framtíð barnanna hvílir á, hvussu vit slóða fyri teimum. Her verður hugsað um, at barnastovnar verða bygdir eftir tørvi, so mamman ekkaleys kann lata barnið frá sær, meðan hon og maðurin arbeiða og royna at fáa endarnar at røkka saman.

Eisini eigur at verða virkað fyri, at mamma sum ynskir at vera heima ella ikki hevur møguleikan at fara út at arbeiða, kann fáa somu hjálp, sum hon ið arbeiðir úti.


Skúlin

Blindur er bókleysur maður. Vit eru ikki eftirbátar, tá tað snyr seg um útbúgving, bæði í barnaskúlanum og á teimum hægru skúlunum, men vit eiga at menna skúlan enn meir, so vit kunnu fylgja við á tøkniliga økinum, sum ferðast við MEGAferð.

Tí er eisini neyðugt at hugsa um tey, ið hava frálæruna um hendi, at tey:

-hava góðar arbeiðs-

umstøður

-kunna seg bæði handaliga

og andaliga

-ikki verða eftirbátar.


Tey eldru og gomlu

Vit eiga at virka fyri, at tey, sum hava lagt árarnar inn í VINNULÍVINUM, fáa betri sømdir.

Og tey gomlu, ið ikki kunnu klára seg sjálv, mugu fáa eitt sømuligt lívskvøld í góðum og tryggum umstøðum, heima ella á øðrum bústovni, ja, ?eitt nýtt heim?,

har kærleiki man ráða,

har blídni er við borð,

har mildar tungur ráða

tey mjúku troystarorð.


Tey rørslutarnaðu

Skulu tey ferðast kring land okkara, eru umstøðurnar ógvuliga vánaligar. Tey vildu helst klárað seg sjálv. Men hvønn møguleika hava tey?

Verða tey ikki borin og lyft, er ringt hjá teimum at koma fram.

Tað er neyðugt at bøta um hesi viðurskifti, so eisini tey kunnu siga ? her er gott at vera ?.


Fiskivinnan

Tað er neyðugt at standa saman um fiskivinnuna, so nær- og fjarfiskiskapur gevur mest møguligt til:

-skip

-manning

-samfelag.


Eisini er neyðugt, at fiskivinnan á landi hevur góðar arbeiðsumstøður, har arbeiðsfólkið trívist, og lønin er góð.

Landbúnaður

Tað er einki at taka seg aftur í, at vit fáa nógv ov lítið burtur úr landbúnaðinum. Skulu vit fram á sjálvstýrisleið, mugu vit hugsa nógv meir um, hvussu landbúnaðurin kann gerast ein týðandi vinnuvegur.


Vit tosa um at taka ábyrgd av tjóðini. Ja, vit eiga at seta okkum høg mál og miðvíst stevna fram á sjalvstýrisleið.

Taka vit undir við Mikkjal á Ryggi, tá hann syngur ?


Tey, sum Guds vilja gera

og elska fólk og land,

ta signing við sær bera,

sum sløkkir hatskan brand.

Tey lýsa gjøgnum strevið,

tey bjarga lond úr neyð,

tey sigra alt. ? Gud gevi,

vit teljast millum tey.


- Ja, so skal henda hugsjón ikki gleppa okkum av hondum.


Gott val - Vel Sjálvstýrisflokkin, lista D


Eyðun Elttør