GOG mátti lúta fyri Aalborg

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG eru eitt stig frá einum hálvfinaluplássi

Mynd: GOG

Fyrr í dag høvdu Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG høvdu torføran arbeiðssetning í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í Svendborg Arena tók GOG ímóti grundspælsvinnarunum og verandi meistarunum, Aalborg. 

 

Aalborg vann dystin 36-34. Í steðginum var Aalborg eisini á odda við tveimum málum. Tá var støðan 17-15. 

 

Óli skoraði fimm mál, og hann legði eisini upp til seks mál (assist).

 

Aalborg er fremst í bólki 1 við seks stigum. Fredericia hevur fýra stig, og GOG hevur trý stig. Skjern er aftast við tveimum stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 17 spælir GOG dyst á útivølli móti Fredericia. 

 

 

 

Mynd: GOG