Í morgin klokkan 17.45 spælir GOG móti ungarska liðnum, Szeged í heimadysti í Champions League.
Men tað verður uttan føroyska landsliðsleikaran, Óla Mittún.
GOG hevur fyrr í dag boðað frá, at Óli verður uttanfyri í tvær til tríggjar vikur, orsaka av skaðanum hann fekk, tá Felix Møller "klipti" hann í einari gjøgnumbrotsroynd hjá Óla.
Felix Møller fekk beinleiðis reytt fyri alt ov harðligt spæl. Felix og Óli eru gamlir liðfelagar frá tíðini hjá Óla í Sävehof.