Henrik Sass Larsen kann søkja um fótleinkju

Fyrrverandi danski ráðharrin, Henrik Sass Larsen, hevur hevur valt ikki at kæra dóm fyri at hava stórar mongdir av kynsligum tilfari við børnum til Eystara Landsrætt.

Henrik Sass Larsen varð koyrdur úr flokki sínum í juni. Avgerðina tók aðalstjórnin hjá Javnaðarflokkinum. (Savnsmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað upplýsti verji hansara, advokaturin Berit Ernst, í dag.

Í býarrættinum í Keypmannahavn varð fyrrverandi ráðharrin hjá danska Javnaðarflokkinum dømdur fýra mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing.

Ein fongsulsrevsing merkir ikki neyðturviliga uppihald í fongsli.

Fólk, sum eru dømd upp til seks mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing, kunnu søkja Kriminalforsorgina um at sita revsingina heima við elektroniskari fótleinkju.

Tilsamans hevði Henrik Sass Larsen fleiri enn 6.200 myndir og 2.200 sjónbond.

Av hesum vóru 450 myndir og video í álvarsamasta flokkinum.

/Ritzau/

 

 

 

Henrik Sass Larsen varð koyrdur úr flokki sínum í juni. Avgerðina tók aðalstjórnin hjá Javnaðarflokkinum. (Savnsmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix